Allar vørur og veitingar skulu á land í Føroyum

Føroyskt vinnulív fær eitt av sínum fremstu ynskjum uppfylt, nú vinnunevndin hjá løgtinginum er liðug at viðgerða oljulógina

? Lat meg siga tað soleiðis: Í summum førum hava vit gjørt stórar broytingar.

Hetta er tað einasta formaðurin í vinnunevnd løgtingsins vil avdúka, nú vinnunevndin er við at leggja síðstu hon á viðger-ina av oljulógini.

Jørgen Niclasen, formað-ur í vinnunevnini, sigur, at, at gongur sum ætlað, fer vinnunevndin at leggja á?litið fram.

Og hann leggur afturat, at hendur onki óvæntað, er tað eisini ein samd vinnunevnd, sum leggur málið fyri tingi- aftur .

Jørgen Niclasen sigur, at vinnunevndin fer at mæla løgtinginum til at gera ávísar broytingar.

Men, hvørjar broytingarnar verða, vil hann ikki út við.

Tað er óheppið fyri arbeiðsfriðin, sigur hann

Tí vil hann siga so mikið, sum tað, at í vissum førum er talan um munandi broytingar.

M.a. avspegla broyting-arnar tað, sum varð ført fram táið málið var til 1. viðgerðar í tinginum.

Tó sigur formaðurin í Vinnunevndini, at uppskotið yil oljulógina, og tað tilfar, hon byggir á, er eitt valaverk.

? Tað er so væl greitt frá, at vit føla okkum fult førar fyri at gera eina oljulóg, akkurát, sum vit vilja hava hana, hóast talan er um eitt spildurnýtt lógarøki.

? Men tað merkir ikki, at vit ikki kunnu vera ósamd við sumt, sum stendur í lógini, sigur formaðurin í Vinnunevndini

Tann spurningurin, sum hevur verið mest umrøddur, er, í hvønn mun føroyskt vinnulív skal hava lut í oljuvinnuni.

M.a. hevur vinnulívið ført fram, at tað eigur at standa beinleiðis í lógini, at alla vørur og veitingar til oljuvinnuna skulu um føroyskan kaikant, ella um føroyskan flogvøll.

Eftir, hvat skilst, halda oljufeløgini ikki, at hetta er eitt órímiligt krav.

Men tað helt landsstýrið ikki var neyðugt.

Tí setti landsstýrið ikki tað í uppskotið, sum varð lagt fyri tingið.

Hinvegin vildi landsstýrið hava tað so, at landsstýrismaðurin í oljumálum í hvørjum einstøkum føri skuldi skuldi seta oljufeløgunum treytir í loyvunum, tey fingu.

Hetta hevur føroyska vinnan hildið verða ov veikt og tey hava hildið tað vera alneyðugt, at tað kom at standa í sjálvari lógini, tí so var einki at raffla um.


Fremsta ynski uppfylt

Og tað er nú greitt, at vinnan fær sítt fremsta ynski uppfylt.

Frá keldum í umsitingini hava vit fingið váttað, at ein broyting ein samd vinnunevnd mælir løgtinginum til at gera í oljulógini, áðrenn hon verður samtykt, er nettupp at tað skal standa í sjálvari lógini, at allar vørur og tænastur skulu um føroyskan kaikant, ella um føroyskan flogvøll.

Tó kann landsstýrið gera frávik, men tað skal bara vera í undantaksføri.

Tað, vinnunevndin hugsar um, er at landsstýrið kann t.d. gera frávik, tá ið veðurlíkindini forða flogførum at seta seg í Føroyum, ella skipum at sigla í føroyskan havn. Tað kann eisini gerast frávik í førum har ið talan er um so stórar eindir, at tað er heilt órímiligt, at tær skulu á land í Føroyum fyrst.

Vinnunevndin heldur, at hetta styrkir samráðingarstøðu landsstýrisins munandi