FÓTBÓLTUR
Ikki kann sigast annað, enn at fortreytirnar hjá KÍ og Víkingi eru sera ymiskar undan dystinum í Klaksvík í kvøld. Liðini eru í hvør sínum enda, og annað av tveimum, tey í løtuni hava til felags, er at tey øðrumegin seg hava átta lið og hinumegin eitt – ávikavist botn- og toppliðið í Vodafonedeildini. Hitt, tey hava til felags júst nú, er at bæði taptu sunnudagin.
KÍ er aftur í ár í trupulleikum í niðara endanum og tilveran hevur verið niðan fyri niðurflytingarstrikuna. So hvørt sum tíðin er gingin, er fótbóltshýrurin versnaður nógv, men hann batnaði tó nakað, tá liðið fekk styrk í summarsteðginum og síðani vann á liðnum, ið liggur niðanfyri, 07 Vestur. Men annars er støðan óbroytt, tí enn hóttir niðurflytingin.
Hinvegin hevur hetta verið eitt framúr ár hjá Víkingi, sum bara hevur verið til síðani í fjør. Steypafinalan var vunnin, samstundis sum liðið mestsum alla tíðina hevur verið við í kappingini heilt har frammi. Hóast oddasessurin í løtuni er 10 stig burturi, er málið framvegis at vinna so góð heiðursmerki sum gjørligt, og í kvøld ætlar Víkingur at vera silvurplássið.
Hjá KÍ eru allir teir »nýggju« klárir at fara inn á vøllin. Todi Jónsson hevur verið skaddur síðstu dystirnar, men er nú klárur aftur. Hinvegin er meira ivasamt, um Rudolf Eliasen, sum fór út við skaða í Runavík sunnudagin, er klárur aftur.
Víkingur kemur til Klaksvíkar við øllum sínum fólki, tí har eru allir tøkir, sum hava verið tað síðstu mongu dystirnar. Einasta undantakið er Símun Louis Jacobsen, sum er farin niður og tí ikki verður við.