Allir føroyingar eiga at sleppa at njóta føroysku náttúruna

Hvør eigur Føroyar? Eru tað vit øll sum búgva her, ella eru tað bara tey sum hava okkurt matrikkulnummar at vísa á? Skulu øll hava loyvi til at ganga í haganum – eisini tey sum ikki eiga jørð? Og hvussu við útlendingum?

 

Eg umsat hetta málsøkið í landsstýrinum í tvey ár. Kravið var, at ein lóg skuldi gerast, sum allir partar vóru samdir um. Men tað er ómøguligt at fáa allar partar samdar um jørð. Ein nýggj samgonga má tí leggja arbeiðið øðrvísi til rættis.

 

Eg haldi, at rætturin at ganga skal vera kostnaðarleysur, men at vit skulu hava inntøku av at selja tænastur. Atlit skulu takast til landbúnaðin, soleiðis at tað at fólk ferðast í haganum órógva landbúnaðin minst møguligt. Eisini má berast so í bandi, at ókunnug fólk ikki ganga seg í óføri.

 

Eg skilji væl, at øll vilja berjast fyri sínum sjónarmiðum, og øll vilja hava sum mest burturúr. Men eg ivist ikki í, at tað finnast loysnir, sum vit øll kunnu liva við, og sum fara at tæna føroyska samfelagnum.

 

 

 

Helgi Abrahamsen

valevni fyri Sambandsflokkin