Allir mans klárir at møta Sveis

Landsliðsspælararnir hava í morgun verið uppi á tindinum Ebenalp, sum liggur 1.640 metrar yvir havinum, og har kundu teir njóta eitt framúrskarandi útsýni yvir umráðið, sum liggur í landnyrðingspartinum av Sveis og er ein partur av Alpunum.

 

? Allir eru klárir og væl fyri, og vit hava fingið góða hvíld, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari, sum saman við Kára Nielsen hevur havt tilsamans tríggjar venjingar við liðnum, tvær í gjár og eina lætta í dag.

 

? Hvíldin er ein fyrimunur í fyrireikingini, tá vit spæla á útivølli, tí tá vit eru á heimavølli, koma spælararnir frá arbeiði ella skúla til dyst, og tá fæst sjálvandi ikki sama hvíldin, sum tá vit eru burturi.

 

Tá liðini spældu mikukvøldið í Havn, vann Sveis 30-23, harav helvtin av málunum hjá Sveis var eftir skjótálop. So fæst at síggja, um føroyska liðið megnar at forða teimum mongu skjótálopunum hjá sveisarunum í kvøld, tá spælt verður framman fyri 1.200 áskoðarum í Appenzell.

 

Eitt skifti stóð dysturin á skránni hjá sjónvarpinum, men er síðani tikin av aftur, tí hann ikki verður vístur í sveisiskum sjónvarpi. Orsøkin er helst tann, at hondbóltur ikki er av størstu ítróttargreinum í Sveis, so tí er almenni áhugin ikki nóg stórur til, at dysturin kemur á skíggjan í bestu senditíð har.