Allir pensionistar

Eldragjøld

Tað er sera einfalt at gera útvarp, sjónvarp, olju og streym »ikki MVG skyldug«. Tað hevði lætt ómetaligt um hjá teimum, sum bygdu hetta land.

Heðin Mortensen

løgtingsmaður




Eg havi sum tingmaður sett fíggjarmálaráðharranum spurning um MVG, sum pensionistar gjalda fyri at hava útvarp, sjónvarp, streym og hita.

Føroyskir pensionistar hava ikki ov nógv at liva fyri. Tann sera avmarkaða pensión, teir fáa frá landinum, røkkur ikki langt.

Tað er nærmast at ?føje spot til skade? at landið samstundis tekur pensiónina innaftur ígjøgnum skattin.

Fyri pensionistin ger tað fullkomiliga tað sama, um skatturin eitur inntøkuskattur, ella hann eitur meirvirðisgjald, ella okkurt heilt fjórða.


Slitið fyri seg

Føroyskir pensionistar vóru ungir í teimum tíðum, tá nærum ongin hevði ráð til nakran lestur, og fá fingu nakra longri útbúgving. Hóast tað bygdu tey hetta land, virkaðu og rindaðu sín skatt.

Umstøðurnar tá loyvdu ikki privatari pensiónsuppsparing. Yngru ættarliðini í dag hava fyri stóran part lut í eini pensiónsskipan, sum fer at gera teimum lívið lættari, tá aldurin kemur.

Men fyri tey eldru í dag eru inntøkurnar sera smáar. Hóast tað vilja okkara pensionistar fegnir gjalda fyri seg, gjalda útvarp, sjónvarp, olju og el. Tá MVG verður lagt á hesi gjøld, ja tá gerst húsarhaldið ov tungt.

MVG man vera lætt at avtaka av hesum vørum og tænastum. Talan er bert um at leggja eina kodu inn í telduskipanina, so vøran til tann pensioneraða kundan verður skrásett sum ?ikki MVG skyldug?. Hetta er nakað, allar telduskipanir klára.

Til ber at nýta sama framferðarhátt, sum tá talan er um busskort. Eitt einfalt prógv fyri, at viðkomandi er pensionistur, so verður ein annar prísur kravdur av sær sjálvum.

Við einum metstórum yvirskoti í landskassanum eiga vit at lata ein skattalætta, sum merkist hjá teimum mest tørvandi.

At lætta um hjá teimum eldru á henda hátt er ikki meir enn sømiligt.