Allur desember merktur av siðvenjum 

- Eg havi keypt nakrar jólagávur, men fleiri eru eftir enn, sigur Sigbritt Við Neyst. 

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?

- Hjá mær byrja fyrireikingar til jólini, tá farið er um miðjan november. Vit hava eini siðbundin jól, og allur desember er merktur av jólasiðvenjum. 

Tað sigur Sigbritt Við Neyst. 

- Gávur skulu keypast, siropskakur, kleynur, jólakakuhús, karamelsós og hjallskaka skulu gerast. Heimið verður pyntað, og tá jólaaftan nærkast, skal nógv keypast inn og gerast til. 

Hon sigur, at teimum dámar væl at fara til onkur jólatiltøk, eitt nú onkra konsert, vitja sølubúðir, ið selja ymiskt heimavirkað - ella bara at jólashoppa, sum endar við einari hugnaligari máltíð.  

Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum?  

- Eg bíði oftast við at pynta til beint fyri 1. desember. Nakrar ljósketur eru longu komnar upp. Tær lívga so væl hesa myrku tíðina. Restin kemur so við og við, og seinast kemur jólatræið upp at standa og verður pyntað.  

Plaga tit at hava jólatræ - úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?  

- Fyrr høvdu vit altíð livandi granntræ. Okkum dámdi væl angan av granni, og tað var nakað serstakt at fara út at velja sær jólatræið. 

Sigbritt Við Neyst vísir á, at tey plagdu at pynta granntræið miðskeiðis í desember. 

- Men, fyri nøkrum árum síðan valdu vit at keypa eitt eftirgjørt jólatræ. Nøkur í familjuni høvdu ovurviðkvæmi, og okkurt ár høvdu vit upplivað í so nógvar smákyknur í trænum. Nú pynta vit træið umleið 1. desember.  

Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til? 

- Eg havi keypt nakrar jólagávur, men fleiri eru eftir enn. Aftrat mínum egnu, keypi eg hvørt ár gávurnar fyri tey eldru í familjuni, so eg keypi helst einar 30-40 gávur.  

Hon sigur, at hon seinnu árini ofta hevur verið sein á veg, men hesaferð fer ommusonurin at blíva stóribeiggi - beint fyri ella um jólini.

- So, eg kundi hugsað mær at verið tíðliga liðug, so eg havi stundir at verða um ommusonin og nýggja barnið, sum er á veg, sigur Sigbritt við Neyst.