Mykines: Leygardagin verður Kristianshús uttan iva fullsett av stevnugestum.
Útoyggjafelagið hevur nevniliga sett Mykines sum vert fyri árligu Útoyggjastevnuni. Og fyri tey, ið ynskja ein bita ella ein kaffimunn, er Kristianshús ein avgjørdur møguleiki.
Vanliga eru ikki so nógv fólk í bygdini sum væntandi eru til eina slíka stevnu. Men talið av vitjandi hevur seinastu árini verið rættiliga støðugt.
- Vit hava so ikki havt minni at gjørt, staðfestir Katrina Johannesen.
Summi at teimum vitjandi vilja vera í góðari tíð, og biðja um gisting langt frammanundan. Onnur eru ikki so skjót, og bíleggja við eini skjótari avgerð, beint áðrenn tey fara út í Mykines.
Allir aldursbólkar
Tað man hoyra til undantøkini, at tú á eini av smærru útoyggjum okkara hevur møguleika bæði at keypa tær mat og at gista á einum og sama staði. Men tað er júst ein partur av ætlanini við Kristianshúsi. Her kunnu fólk bæði fáa heitan mat, smyrjibreyð, grillmat og allar vanligar kioskvørur.
Hjá teimum, ið hava hug at gista er eisini møguleiki til tað, í smærri og størri rúmum. Er talan um ein bólk uppá 40 fólk, so er eisini pláss til ein slíkan.
Hóast vit eru staddir á vestastu oyggj okkara, hevur tað eydnast Katrini og føroysku ferðavinnuni at marknaðarføra hetta konseptið so væl, at higar leita fólk sær úr øllum heiminum – og úr øllum heimspørtum.
Fíggjarliga orkan at lýsa við gistingini og matstovuni er sjálvandi avmarkað. Tey hava havt lýsingar í onkrum tíðarritum, hava luttikið á onkrum ferðavinnustevnum og hava eina heimasíðu við hentum upplýsingum um Kristianshús og Mykines.
Tað er kortini líkt til, at Kristianshús er spurt millum fólk í øllum aldursbólkum – og úr øllum heiminum.
- Ja, higar koma bæði føroyingar, danir, týskarar, bretar, fransmenn og onnur, eins og fólk úr Belgia (sí aðra grein á síðuni), og eisini fólk heilt úr Canada, greiðir hon frá.
Vanliga er opið frá 1. mai og til 1. september. Hetta forðaði kortini ikki einum pari úr Týsklandi við barni at leggja leiðina allan vegin vestur í Mykines á páskum.
Áttu steðgað longri
Fyri fólkið aftanfyri Kristianshús hevur tað allatíðina verið eitt ynski um at geva fólki møguleika at fáa sær ein bita og fyri yvirnátting.
Tey flestu sum vitja í Mykinesi steðga bert nakrar fáar tímar. Tey koma út um morgunin og fara inn aftur seinnapart á degi, og halda seg so hava sæð Mykines.
- Eg haldi sjálv, at tað er alt ov stutt hjá fólki bara at steðga herúti í ein dag. Her er jú so nógv at síggja og uppliva, sigur Katrina Johannesen.
Frá gistingarhúsinum sjálvum gera tey ymiskar túrar við ferðaleiðara, millum annað niðan á Knúk, til eitt øki tey nevna Steinskógin ella í Korkadal.
- Tey áttu at givið sær betri tíð, soleiðis at tey veruliga kundu uppliva, hvussu tað er at vera her í oynni, sigur hon.
Lisið uppá
Sigur tú Mykines, so sigur ein samstundis ríkt fuglalív, Hólmin og kópin sum undir oynni liggur.
Hetta vita føroyingar, og líkt er til at útlendingar eru eisini væl kunnaðir um hesi sereyðkennini fyri vestastu oyggj okkara.
Hesi ferðafólkini hava helst fyrireikað seg væl frammanundan til Føroyaferðina, og hava millum annað sett seg væl inn í støðuna hjá lundanum og súluni.
- Ja, vit uppliva ofta, at fólk spyrja eftir ávísum og ítøkiligum viðurskiftum herúti. Og tey vilja eisini fegin uppliva vøkru náttúruna úti í Hólmanum.
- Tað er heilt týðiligt, at tey hava lisið uppá frammanundan, sigur Katrina Johannesen við einum brosi.
Greinarøð úr Mykinesi
Komandi leygardag, 28. juni verður Útoyggjastevna hildin í Mykinesi.
Í hesum sambandi hevur Sosialurin vitjað í bygdini, her vit lýsa ymisk viðurskifti í stevnubygdini.
Aðrar greinir úr Mykinesi hava verið í blaðnum 13. juni (um minnisvarðan), 16. juni (um oljutunnur), 20. juni (um flutningsmøguleikar) og 23. juni (um skúlan).