Allur trolaraflotin kann loysa

Í morgun samdust Felagið Trolskip og manningarfeløgini um nýggjan sáttmála fyri restina av hesum árinum. Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur, at sáttmálin er heldur betri enn semingsuppskotið

Tíðliga í morgun ljóðaði, at samráðingarnar millum Felagið Trolskip, sum umboðar partrolararnar og manningarfeløgini, vóru slitnaðar, men nú fyri klokkan 10 í morgun frættist, at partarnir kortini vóru komnir ásamt um nýggjan sáttmála.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur við Sosialin beint eftir, at partarnir vóru vorðnir samdir, at nýggi sáttmálin er heldur betri fyri manningarfeløgini, enn semingsuppskotið legði upp til.
Hann sigur, at manningarfeløgini kortini kundu hugsað sær, at sáttmálin var betri, men hetta er tað, sum semja kundi fáast um, eftir at partrolaraflotin nú hevur ligið við bryggju í meiri enn tríggjar vikur.
Eyðstein sigur, at sáttmálin í stuttum snýr seg um, at býtisprosentið, sum í gamla sáttmálanum var 27, nú er lækkað niður á 26,5%, og haraftrat kemur manningin at luttaka í oljuútreiðslunum, tá bunkringarprísurin fer upp um 3,90 krónur fyri liturin.
- Býtisprosentið hevur í ein ávísan mun verið tengt at manningartalinum, men nú er býtisprosentið í prinsippinum 26,5% hjá øllum partrolarum. Tó broytist prosentið eftir ávísari skipan, tá manningartalið minkar.
Harumframt eru yvirmannapartarnir fastfrystir, soleiðis at teirra partur ikki hækkar, tá ið manningartalið lækkar.
Eyðstein Djurhuus sigur, at samráðingarnar við Felagið Trolskip hava verið drúgvar og tungar.
- Sjálvandi kundu manningarfeløgini hugsað sær ein betri sáttmála, men hetta er tað, sum partarnir kundu semjast um eftir drúgvu samráðingarnar, ið verið hava, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

Allur trolaraflotin
Um 04-tíðina næst síðstu nátt varð nýggjur sáttmáli eisini undirskrivaður millum Felagið Lemmatrolarar og manningarfeløgini.
Sambært hesi avtalu lækkar býtisprosentið hjá manningini úr 27 niður í 26. Haraftrat kemur manningin nú at luttaka í oljuútreiðslunum, tá bunkringarliturin fer upp um 3,85 krónur.
Aðrar smærri broytingar eru eisini í nýggja sáttmálanum millum Felagið Lemmatrolarar og manningarfeløgini.
Samanumtikið merkja avtalurnar, sum nú eru gjørdar millum manningarfeløgini og feløgini, sum umboða lemmatrolarar og partrolarar, at allur trolaraflotin undir Føroyum nú er virkin aftur.
Teir sáttmálar, sum enn ikki eru komnir upp á pláss, er eitt nú sáttmáli fyri garnaskip, flakatrolarar og rækjuskip.