Álmanakkin frá Krabbameinsfelagnum bjargaði mammu

- Á sumri 1991 fingu vit ein hvøkk. Mamma, sum altíð hevði verið frísk, fekk staðfest krabbamein

Hanna Thorleifsson greiðir frá. 1. partur av greinarøð í samband við Team Rynkeby blað í Vikuskiftissosialinum

 

 - Á sumri 1991 fingu vit ein hvøkk. Mamma, sum altíð hevði verið frísk, fekk staðfest krabbamein í tarminum.

 

 - Tað byrjaði við, at hon ofta stóð við einum lítlum álmanakka í hondini, sum Krabbameinsfelagið gav út. Á baksíðuni á lítla álmanakkanum, sum einans var sum eitt spælikort til støddar, stóðu nøkur ávaringartekin, sum kundu geva eina ábending um, at alt ikki ruggaði rætt.

 

- Mamma hevði varnast slím í skarninum - og hetta var millum tað, sum stóð nevnt á álmanakkanum.

 

- Hon bíðaði við at fara til lækna tí yngsti sonurin skuldi giftast, men fór beint eftir brúdleypið.

Læknin sendi hana á sjúkrahús, og nakrar dagar eftir at hon hevði verið har, bleiv hon innkallað til skurðviðgerð.

 

- Eg minnist henda dagin, sum var tað í gjár. Nervarnir lógu uttaná líka til boðini komu eftir skurðviðgerðina. Men mamma var sera sera heppin! Hennara krabbavøkstur var so konsentreraður, at onki hevði spreitt seg og tí kundu læknarnir skera vøksturin burtur og síðan seyma tarmarnar samanaftur. Hon slapp bæði undan at fáa “stomi” og eftirviðgerðum.

 

- Mamma hevur síðani mangan tosað um henda álmanakkan, sum hon so ofta stóð við, og sum helst gjørdi, at hon fór so tíðliga til lækna.

 

- Hon var 59 ár tá. Hon bleiv púra frísk og er í dag ein røsk eldri dama, sum skjótt fyllur 82 ár. 

(Lagt til rættis: Sjúrður Skaale)