Almenn framløga um máltøkni

tíðindaskriv

Á samkomu í Norðurlandahúsinum hósdagin 28. apríl kl. 14.00 verður almenn framløga av tveimum verkætlanum, ið hava snúð seg um at menna føroyskt mál tøkniliga


Føroysk teldutala er verkætlan, sum byrjaði fyri fimm árum síðan, og sum nú er liðug. Verkætlanin hevur ment eitt forrit, sum kann lesa føroyskan tekst. Skipanin var fyrst og fremst ætlað sum eitt hjálpartól hjá blindum og lesitarnaðum. Við taluni kunnu tey sjálvstøðugt kanna sær vitan av netinum og samskifta við onnur á føroyskum skrivtmáli.
Arbeiðið hevur vakt stóran ans millum málfrøðingar í hinum Norðurlondunum. Samstundis hevur loysnin skapt grundarlag fyri øðrum KT-loysnum, har talan er um at samskifta frá teksti til talu.
Fyri málsliga og tøkni-liga arbeiðinum hava staðið Sjúrður Gullbein frá Føroya Blindastovni, Pétur Helgason frá universitetinum í Uppsala og Kjell Gustafson frá svensku fyritøkuni Acapela Group. Verkætlanarleiðari hevur verið Karin Kass frá Føroya Blindastovni.
Høvuðsstuðulin hevur verið NorFA "Nordisk sprogteknologisk Forskningsprogram"
Teldutøkt føroyskt tekstasavn
Kirsti Hansen, lektari á Göteborgs universiteti, hevur verið samskipari í einum NorFa-netverkið, sum hevur arbeitt við einum teldutøkum føroyskum tekstasavni, og Kirsti Han-sen hevur eisini sjálv ment eitt elektroniskt tekstasavn, sum fevnir um ein árgang av Dimmalætting. Hetta tekstasavn er ein virðismikil fongur í øllum sløg-um av málsligari greining. Her verður m.a. hugsað um tíddargreining av úrvaldum orðum, setningafrøði, mál-læru og kanningar av hevdbundnum orðingum. Við dømum verður víst, hvussu tekstasavnið kann fremja áhuga, tilvit og gransking í føroyskum máli.
Í 2004 hevur ein verkætlan, sum miðaði eftir at marka eina ávísa nøgd av teldutøkum teksti, verið framd á Føroyamálsdeildini. Endamálið við arbeiðinum er at gera eitt tekstasavn, sum er markað við málfrøðiligum upplýsing-um og at gera ein orðalista út frá leitiorðum og bend-ingarupplýsingum í Føroyskari orðabók. Eitt slíkt markað tekstasavn er ein fyritreyt fyri at koma longri í sambandi við telduforrit, sum kunnu viðgera før-oyskt mál. Dømi um tílík forrit kunnu eitt nú vera leitiskipanir, tekst-til-talu skipanir og hjálparamboð til undirvísing og rættlestur.
Heini Justinussen hevur staðið fyri tí tøkniliga partinum av arbeiðinum og Zakaris Svabo Hansen og Mortan Vang hava tikið sær av tí málfrøðiliga partinum. Granskingarráð Føroya fíggjaði verkætlanina.
Framløgudagin verður kunnað um arbeiðið við hesum verkætlanum, og víst verður, hvussu amboðini kunnu nýtast í verki.
Útgreinað skrá fæst í húsinum á framløgudegnum.