Í kvøld verður Hans Andriasar sangkvøld í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
Fyri 60 árum síðani doyði okkara fólkakæra skald Hans Andrias Djurhuus, sum varð føddur 20. oktober 1883. Á kvøldsetuni fer Hanus Kamban at hugleiða um skaldið. Knút Olsen, Flóvin Jacobsen og Simme Jacobsen fara at spæla nøkur løg, har øll syngja við. Tiltakið er frá kl. 19.30 -21.