Almenn samferðsla, arbeiðsmarknaður og bústaðarpolitikkur hanga saman

Valgrein eftir Hergeir Teitsson, valevni fyri Tjóðveldi

 

Vit tosa ofta um arbeiðsmarknað, bústaðir og samferðslu sum trý ymisk politisk mál. Men í veruleikanum hanga tey óloysiliga saman.

 

Um fólk ikki sleppa lætt og trygt til arbeiðis, so gerst arbeiðsmarknaðurin minni. Um tað er torført at ferðast millum bygdir og øki í landinum, so gerst eisini torført at seta búgv har bústaðir eru atkomuligir og bíligari. Og um bústaðir bara verða bygdir í miðstaðarøkjum, so minkar frælsið hjá fólki at velja, hvar tey vilja búgva og arbeiða.

 

Tí er samferðslan ikki bara ein spurningur um vegir og bussleiðir. Samferðsla er eisini ein spurningur um arbeiðsmarknað, bústaðarmøguleikar og fíggjarligu lívskorini hjá vanligum familjum.

 

Í dag er veruleikin tann, at nógv húski eru bundin at bili fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman. Tað merkir stórar útreiðslur – serliga hjá barnafamiljum og einligum uppihaldarum.

 

Ein bilur kostar nógv í keypi, trygging, brennievni og viðlíkahaldi. Tá familjur eru noyddar at hava fleiri bilar fyri at fáa arbeiði, skúla og frítíðarvirksemi at ganga upp, er tað ein tung fíggjarlig byrða.

 

Tað eru pengar, sum annars kundu givið familjum størri rásarúm í gerandisdegnum – til bústað, børnini og lívið annars.

 

Hetta er tí ikki bara eitt privat mál hjá familjum. Tað er eisini ein politisk raðfesting, hvussu vit velja at skipa okkara samfelag.

 

Við einari væl skipaðari og samanhangandi almennari samferðslu kann gerandisdagurin gerast lættari.

 

Tá samferðslan er álítandi og samskipað, kunnu familjur klára seg við einum ella ongum bili. Tað gevur familjum eitt nógv størri fíggjarligt rásarúm í gerandisdegnum.

 

Samstundis ger ein sterk almenn samferðsla arbeiðsmarknaðin nógv meira atkomuligan. Hon ger tað møguligt at búgva eitt stað og arbeiða eitt annað – uttan at gerandisdagurin verður ov dýrur ella ov trupul.

 

Tað hevur eisini stóran týdning fyri bústaðarmarknaðin.

 

Tá samferðslan bindur landið betur saman, gerst tað lættari hjá familjum at seta búgv í økjum, har bústaðir eru meira atkomuligir og ofta bíligari. Tað gevur familjum størri frælsi og størri fíggjarligt rásarúm.

 

Ein góð almenn samferðsla er tí eisini ein aktivur bústaðarpolitikkur.

 

Men vinningurin er eisini størri enn tað.

 

Tá fleiri velja bussin framum bilin, minkar eisini bilaferðslan. Tað merkist bæði í høvuðsstaðarøkinum, har ferðslan longu er tung í ávísum tíðarskeiðum, og í bygdum kring landið, sum dagliga uppliva nógva gjøgnumkoyrandi ferðslu eftir landsvegnum.

 

Minni bilaferðsla merkir tryggari vegir, tryggari bygdir og minni trýst á vegakervið.

 

Ein sterk almenn samferðsla ger tí arbeiðsmarknaðin størri, gevur familjum størri fíggjarligt rásarúm og ger ferðsluna tryggari kring landið.

 

Spurningurin er í veruleikanum einfaldur:

 

Skal samfelagið skipast soleiðis, at familjur skula vera bundnar at fleiri bilum fyri at fáa gerandisdagin at ganga upp?

 

Ella skulu vit taka politiska ábyrgd og skapa eitt samfelag, har góð almenn samferðsla ger arbeiðsmarknaðin meira atkomuligan, bústaðarmøguleikarnar størri og gerandisdagin fíggjarliga lættari hjá vanligum familjum?

 

Eg veit, hvørja kós eg velji.

 

Tað er tann kósin, eg fari at arbeiða fyri á Løgtingi.

 

Fyri teg, meg og Føroyar!

 

Set X við Hergeir Teitsson á lista E.