Fyri MEGD hevur tað stóran týdning, at mann politiskt setur nøkur mál, so at brekøkið verður flutt fram á leið.
Nógv áhugavert kom fram á fundinum, og varð tosað um langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir ella vælferðarætlanir, og um at tað er neyðugt við einari lóg, ið bannar mismuni út um arbeiðsmarknaðin. Hetta kann t.d. gerast við at breiðka javnstøðulógina til at eisini virka fyri rættindunum hjá fólki, ið bera brek.
Brekøkið er eitt øki, har mann neyvan nakrantíð kemur heilt á mál.
Men megna vit at fáa hesi átøk sett í verk, eru góðar vónir um, at vit koma rættiliga langt fram á leið.
Tað var hugaligt at hoyra tað, ið valevnini høvdu uppá hjarta í samband við brekøkið.
Til løtuna møttu m.a. 3 fyrrverandi landsstýrisfólk í Almannamálum.
Vit høvdu gott prát, og kemur MEGD at leggja greinar út leypandi fram til løgtingsvalið um tey evni, ið flokkarnir hava sagt seg viljað arbeiða fyri innan brekøkið.
Sí dømi um brekpolitiskar virkisætlanir/vælferðarætlanir hjá londum her: www.un.org/development/desa/disabilities/strategies











