Almenna byggisamtyktin er góðkend

- Býarskipanarnevdin hevur havt málið til viðgerðar, og nevndin hevur viðmælt ætlaðu broytingarnar, siga tey í Sjóvar kommunu.

Eftir reglunum í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sendi Sjóvar kommuna hin 17. desember í fjør Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum uppskot til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri kommunu til góðkenningar.

 

- Uppskotið, sum snúði seg um at dagføra alla byggisamtyktina fyri kommununa, lá frammi til viðmerkingar frá 2. til 23. juni 2021. Tá freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin, hevið kommunan móttikið 10 mótmæli/viðmerkingar.

 

Í Sjóvar kommunu siga tey í dag, at mótmælini og viðmerkingarnar vórðu viðgjørd í kommunustýrinum, har nøkur fingu viðhald - og onnur ikki.

 

- Býarskipanarnevdin hevur havt málið til viðgerðar, og nevndin hevur viðmælt ætlaðu broytingarnar.

 

Lagt verður aftrat, at Umhvørvis- og Vinnumálaráðið síðani hevur viðgjørt málið og tekur ráðið undir við viðmælinum frá býarskipanarnevndini, og hevur nú við heimild í §4 í býarskipanarlógini góðkent broytingarnar.

 

- Byggisamtyktin sæst á okkara heimasíðu - www.sjovar.fo - undir bygging/byggisamtykt, vita tey í Sjóvar kommunu í dag at siga.