Seinnapartin í dag fór ein skógareldur á frítíðaroynni Kreta at breiða seg, og sagt verður, at eldurin byrjaði í einum landbúnaðarøki har eysturi á oynni í landslutinum, sum verður róptur Lassithi.
Í kvøld siga lokalir miðlar, at einki eftirlit er við eldinum, sum er í einum øki, har sløkkiarbeiðið er ógvuliga trupult - ikki minst tí, at vindurin á leiðini er so nógvur.
Fleiri ferðafólk, sum búgva nærindis skógareldinum, eru flutt burtur, og millum hesi er norðmaðurin, Terje Normann, og familja hansara, sum eru her og ferðast.
Tað er eisini Terje Normann, ið Verdens Gang hevur skift orð við í kvøld, sum eigur myndirnar í hesi grein.
Norska familjan búði á einum hotelli í økinum, sum kallast, Koutsounari. Hotellið liggur einar tríggjar kilometrar frá skógareldinum.
Nú bíðar familjan saman við restini av hotellgestunum eftir at verða flutt longur burtur úr økinum. Tey skulu til býin Ierapetra, sum liggur aðrar sjey kilometrar frá skógareldinum.
##med2##
- Vit bíða framvegis eftir upplýsingum frá ferðaskrivstovuni, samstundis sum eldurin kemur nærri og nærri - og verður størri og størri, sigur hann við Verdens Gang.
Terje Normann leggur aftrat, at tey hava tað gott, men at tey vóna at sleppa inn á eitt hotell í Ierapetra.
Verdens Gang veit at siga, at fleiri enn 155 sløkkiliðsfólk luttaka í arbeiðnum at basa skógareldinum, og roynt verður av øllum alvi at forða fyri, at eldurin ikki rakar ferðavinnuøkini.
Lagt verður aftrat, at ein bensinstøð er í økinum, og á støðini eru næstan 35 tons av brennievni.
Løgreglan á Kreta hevur stongt høvuðsvegirnar nærindis skógareldinum, tí eitt er sjálvur eldurin. Annað er roykurin, sum kann vera vandamikil, eins og útsýnið við nógvum royki eisini er vánaligt.
##med3##