Heidi Petersen
Løgtingskvinna
Tjóðveldisflokkurin
????????????????
Øvindsjúka og klandur til viks, fokus á hvat tænir landi og fólki best.
Í kjalarvørrinum av orðaskiftinum um hættisligu vinnustøðuna í Suðuroy, har sjálvt lívsgrundarlagið undir samfelagnum rillar, er kanska eisini vert at hyggja kring alt landið og kanna, um møguleikar eru fyri at varðveita, flyta ella stovnseta nýggj almenn arbeiðapláss uttan fyri Havnina.
Vil hervið heita á allar politikkarar um at med-virka til at fyribyrgja, at støður sum í Suðuroy endurtaka seg aðrastaðni ? leggja øvindsjúku og klandur til viks og hyggja eftir, hvat tænir landi og fólki best.
Her er ovmikið at tríva í. Vil her bert koma við einum boði uppá ein lítlan part av almennum tænastum, sum eiga at varðveitast úti um oyggjarnar og onkrar, sum eiga at flytast tættari borgaranum. Í sama viðfangi eigur kanska at vera umhugsað, um ikki eisini meira fekst burtur úr at samskipa fleiri almennar tænastur.
Almennar snarskivur
Áhugavert kundi verið at kannað, um tað ikki hevði loyst seg at skipað almennar snarskivur á øllum størri plássum kring landið.
Hugskotið frá Tórshavnar býráð, har borgarin hevur eitt stað at venda sær til við teimum viðurskiftum, hann skal hava avgreitt hjá kommununi, kann verða útbygt. Kring landið áttu almennar snarskivur at verið skipaðar, og kundu hesar veitt allar tær almennu tæn-astur, borgaranum tørvar.
Nøkur dømi um tænastur, ið kundu verið lagdar á eina slíka almenna snarskivu:
Bileftirlitið - koyrikort og nummarplátur
Heilsufrøðiliga Starvs-stovan ? heilsuváttanir
Toll- og Skattstovan - toll- og útflutningspappír
Almannastovan og ALS ? borgarasamskifti við hesar stovnar.
Ivaleyst er listin av uppgávum langur, men eg steðgi her. Vil bert nevna eitt øki afturat, sum í løtuni sær út til at verða uppetið av umsitingini í høvuðsstaðnum: Tær tænastur til borgaran, sum í dag verða veittar av politistøðunum úti í økjunum.
Seinastu nógvu árini hevur miðvíst verið arbeitt við at niðursjóða virksemið hjá løgregluni kring landið og miðsavna hetta í Havnini. Hetta kann ivaleyst vera skilagott, um hugsað verður um reinar politiupp-gávur, men hvat við øllum teimum tænastum, sum eru knýttar at politistøðunum? Trívi í nakrar tænastur, sum enn liggja kring landið, og sum borgarin ikki kann vera fyri uttan: Skráseting av skipum og bátum, mynstring av sjófólki, brúðarvígslur, treytir í sambandi við sundurlesing, adoptiónir, auktiónir, skifti-rættarsakir og deyðsbúgv, fútasakir, útlegg og pant, grind og grindabýti, sjó-frágreiðingar, náttúrufrið-ingar, grannastevnur fyri at nevna nakrar uppgávur, sum ikki hava so nógv við politiuppgávur at gera. Sjálvsagt skulu hesar varðveitast hjá brúkaranum, og ein almenn snarskiva hevði tá verið rætta staðið til slíkt virksemi.
Fortreytin er politiskur vilji og samstarv
Hvat krevst fyri at seta slíka skipan í verk? Jú, eg haldi hetta vera sera einfalt at fremja, og fortreytirnar eru tvinnar: politiskur vilji og samstarv.
Eftir útmeldingunum frá samgonguni skal ikki skorta uppá politiskan vilja at fremja menningartiltøk fyri økini uttan fyri miðstaðarøki. Tann fortreytin skuldi so verið í lagi. Tað krevur sjálvandi tíð at fáa alla tað politisku skipanina við, men er viljin til staðar, ber til í felag at røkka málinum.
Ein onnur fortreyt fyri at kunna fremja eina slíka ætlan er, at allir partar, sum verða umfataðir av eini umskipan, vilja samstarva. Almennir myndugleikar, stovnar og stovnsleiðarar, kommunur og kommunufelagsskapir, øll eiga at seta seg saman og í felag finna loysnir fyri, hvussu slíkar almennar snarskivur fáast at virka kring landið.
Vóni, at øll eru til dystin fús at samstarva yvir um politisk mørk fyri at finna skilagóðar loysnir landi og fólki at frama.