Almennu útreiðslurnar vaksa ov skjótt

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, heldur, at fíggjarkarmarnir, ið Kristina Háfoss hevur lagt fram, hava ein alt ov høgan vøkstur í almennum útreiðslum.

 

- Flestu kurvar eru við at flata út, tí er tíðin at halda meir aftur enn samgongan ger, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann metir tað eisini verða vandafult, at almennu størvini leggjast eisini afturat fleiri ferðir skjótari enn privatu størvini og tað er vandamikið.