Almennur fundur um brúðardans og brúdleypssiðir

Í annaðkvøld, trettanda­kvøld, klokkan 20.00 skip­ar Sláið Ring fyri al­­mennum fundi í Miðla­húsinum. Evnið er brúðar­dansur og brúdleypssiðir.
Fyri at vekja áhugan fyri brúðardansi og brúð­ar­vísum, skipar Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama, fyri al­­mennum fundi, har Jóan Pauli Joensen, professari, Theodor Eli Olsen, prest­ur, Magnus Magnus­sen, borðstýrari til veitslur, Rasmus A. Joensen, for­maður í Sláið Ring, koma at leggja fyri og hugleiða.
Eftir innleggini verður høvi hjá fundarluttak­arunum at seta spurningar og gera viðmerkingar, bæði til innleggini og til evni sum heild.
Eftir fundin verður farið verður upp á gólv.
Fyrireikararnir rokna við, at tiltakið varar umleið tveir tímar.
Orðsýrari verður Jónleif Johannesen, næstformaður í Sláið Ring.