Í kvøld 16. juni kl. 20 verður almennur fyrilestur í Miðlahúsinum við bretska serfrøðinginum innan kreativar vinnur, Tom Fleming
Fyrilesturin fer at viðgera ta ávirkan, ið kreativu vinnurnar hava á landsins búskap og samfelagið sum heild. Høvi verður til spurningar og kjak.
Fyrilesturin týskvøldið er komin í lag í samband við verkstovuna um kreativar vinnur í Norðurlandahúsinum, sum er í dag og í morgin. Uttanríkisráðið er við til at samskipa verkstovuna saman við Mentamálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Norðurlandahúsinum.
Evnið, kreativar vinnur, er fjøltáttað og torgreitt, tí er týdningarmikið, at viðgerðin eisini er so fjøltáttað sum møguligt. Í hesum sambandi er at fegnast um, at samstarvið millum hesi trý ráðini og Norðurlandahúsið hevur hepnast so væl.
Tom Fleming er stjóri í Tom Fleming Consultancy, ið ráðgeva og halda fyrilestrar og verkstovur um kreativan búskap og mentanarskipan kring allan heimin. Tom Fleming hevur m.a. skriva ?A Creative Economy Green Paper for the Nordic Region? fyri Nordic Innovation Centre.