Seinnapartin í dag fer kendi danski fótbóltsleikarin, Ebbe Sand, at tosa um sína fótbóltskarrieru, og hvussu hann kom fyri seg aftan á krabbasjúku Klokkan 17.30 í dag verður almennur fyrilestur á Hotell Føroyum við dananum Ebbe Sand, ið sum toppleikandi fótbóltstjørna fekk staðfest krabbamein.
Í fyrilestrinum fer hann at tosa um sína fótbóltskarrieru, og hvussu hann kom fyri seg aftur eftir sjúkuna.
Ebbe Sand var bert 26 ára gamalur, tá hann fekk staðfest krabbamein í steinunum. Hetta var í 1998, tá hann var á danska tindunum sum framherji á danska landsliðnum.
Hann var tó heppin at fáa viðgerð alt fyri eitt, og við miðvísari venjing kom hann fyri seg aftur. Longu nýggju mánaðir eftir at krabbameinið varð staðfest, varð hann seldur týska fótbóltsfelagnum Schalke 04 sum yrkisleikari. Hann varð toppskorari í Superliguni og í Bundesliguni í 2000/01 og spældi við Schalke 04 fram til 2006.
Ítróttarjournalistarnir á Ekstra Blaðnum útnevndu í fjør Ebba Sand sum besta spælara nakrantíð í Superliguni.
Ebbe Sand er í Føroyum fyri at halda skeið fyri fótbóltsvenjarum, og tað er í hesum sambandi at almenni fyrilestur eisini verður.
Í fjør tók Ebbe Sand við sum hjálparvenjari hjá Mortani Olsen á danska A-landsliðnum, har hann nú er álopsvenjari og coach. Umframt hetta, rekur hann coaching-fyritøkuna Achievers.
Tað er Føroya Felag móti Krabbameini, sum er vertur fyri tiltakinum.