Almennur grunnur við at fara á heysin

Og tað er bara skattgjaldarin, sum kann fáa rokningina

Verður einki gjørt, er kassin tómur longu í ár. So døpur eru útlitini hjá barsilsskipanini, tí tað renna nógv meiri pengar úr skipanini í barsilsgjaldi til foreldur, enn tað renna í kassan í inngjaldi frá løntakarunum.

Løgtingið hevur viðgjørt tvey uppskot um at gera barsilsskipanina smidligari og betri fyri foreldur, men í hesum sambandi gjørdi Helgi Abrahamsen greitt, at barsilsskipanin siglur vandasjógv.

Hann vísir á, at sum støðan er nú, verður nógv meiri goldið úr skipanina í barsilsgjaldi til foreldur enn tað, sum verður goldið í skipanina í gjaldi frá løntakarum

– Barsilsskipanin hongur ikki saman, og hetta er eitt mál, sum má takast upp sum skjótast, sigur hann.

– Vit mugu fyrst av øllum fáa samanhang í ímillum inngjald og útgjald, áðrenn nakað annað verður gjørt, legði hann afturat.

Hann sigur, at í fjør hevði barsilsskipanin eitt undirskot upp á fýra milliónir og metingarnar vísa, at í ár verður undirskotið heilar 12 milliónir og tað verður líka stórt næsta ár. Og hann staðfestir, at heldur núverandi gongd fram, verður kassin tómur longu í ár.

Hann leggur afturat, at hetta er ein meting, sum varð gjørd, áðrenn korona kreppuna. Tað merkir, at skipanin gav undirskot áðrenn korona-kreppan tók seg upp og tann stóri spurningurin er nú, hvussu kreppan fer at ávirka skipanina.

Helgi Abrahamsen sigur, at tískil mugu tiltøk setast í verk fyri at fáa javnvág í skipanina, tí hon skal hvíla í sær sjálvum.

– Í dag er barsilsfarloyvið 48 vikur, men hendan samgongan hevur sett sær fyri leingja tað upp í eitt ár, og sostatt verður undirskotið upp aftur størri.

Í seinastuni er eisini eftirløn løgd afturat gjaldinum og tað er ein »tikkandi bumba« undir barsilsskipanini, tí so hvørt eftirlønin, fólk skulu rinda, hækkar, førir tað við sær, at gjaldið úr skipanini eisini hækkar.

– Vit mugu fáa skil á fíggjarstøðuni hjá grunninum í næstum, so hetta má takast upp í næstum tí fyrst og fremst fáast skil á tí.

Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er ikki at lækka gjaldið til foreldur og tískil verður neyðugt at hækka inngjaldið frá løntakarum. Men hvussu nógv tað skal hækkast, dugir hann ikki at siga enn. Í løtuni er gjaldið til barsilsskipanina 0,71 prosent av lønini

Hetta ørkymlaði løgtingsmenn, tí teir vístu á, at hesi seinastu árini er talið á løntakarum nógv hækkað og tað, sum verður goldið í lønum er eisini munandi hækkað.

Samstundis varð víst á, at hesi seinastu árini, frá 2011 til 2018, hevur skipanin havt næstan 60 milliónir í avlopi, tí inngjaldið í skipanina var nógv størri enn gjaldið til foreldur í barsilsfarloyvi.

Í nógv ár fór avlopi beint í landskassan uttan at koma foreldrum til góðar og sostatt varð peningurin ikki brúktur til barsilsfarloyvi, sum endamálið við inngjaldinum var.

Men hesi seinastu árini er ein barsilsgrunnur skipaður, sum alt inngjaldið fer í, so gevur grunnurin yvirskot, kemur tað foreldrum til góðar.

Men nú er støðan altso tann, at longu í ár verður grunnurin tómur.