Almennur stovnur fær átalu fyri drál

Álit um málsviðgerðina hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum av einari umbøn um alment innlit

Eitt áhugafelag klagaði til umboðsmannin um málsviðgerðina av einari umbøn um innlit hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Umbøn klagarans varð ikki svarað fyrr enn 3½ mánað eftir, at umbønin varð latin Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, og eingin móttøkuváttan ella fráboðan var givin klagaranum í hesum tíðarskeiði. Hetta helt umboðsmaðurin vera átaluvert, serliga tá Arbeiðs- og brunaeftirlitið í svarinum til innlitsumbønina greiddi frá, at stovnurin ikki hevði skjøl fevnd av innlitsumbønini, og at orsøkin til hetta var, at viðurskiftini handan innlitsumbønina ikki vórðu fevnd av virkisøkinum hjá stovninum.

Í hesum sambandi vísti umboðsmaðurin á, at sambært § 16, stk. 2 í innlitslógini hevur ein myndugleiki skyldu at avgreiða innlitsumbønir skjótast gjørligt og geva umsøkjara fráboðan, um so er, at ein innlitsumbøn ikki kann avgreiðast innan 10 dagar.

Umboðsmaðurin helt, at tær orsøkir – ovurhonds stór arbeiðsbyrða á stovninum og sjúka -, ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevði víst á sum grund til longu málsviðgerðartíðina, ikki kundu metast sum umberandi orsøk fyri drúgvu málsviðgerðartíðina í hesum føri, og gav samanumtikið Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eina átalu fyri málsviðgerðina av hesum máli.

Umboðsmaðurin tók til eftirtektar frágreiðingina frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um, at stovnurin hevur bøtt um sínar innanhýsis arbeiðsgongdir, soleiðis at støður sum hesar framyvir ikki skulu koma fyri í málum um innlit. (LUM 25/09315)

 

Álitið í navnleysum líki kann lesast her