Almennur stuðul til føroysk telduspøl

Vinnuframi hevur nú tikið støðu til, hvørji øki, tey serliga skulu leggja dent á í ár.

Í hesum sambandi er avgjørt, at grunnurin skal stuðla uppundir at menna skapandi vinnur, eitt nú at menna telduspøl.

- Er tað onkur, sum hevur góð hugskot um at menna telduspøl, kann tað loysa seg at søkja Vinnuframa um stuðul, sigur Regin W. Dalsgaard, formaður í stýrinum fyri Vinnuframa.

Vinnuframi vónar, at sum frá líður fer tað at eydnast at menna føroysk telduspøl so nógv, at tað kann verða ein vinna, sum kann geva eitt íkast til føroyska samfelagið.

Regin W. Dalsgaard er sannførdur um, at tað eru stórir møguleikar í hesi vinnuni í Føroyum.

- Tað snýr seg um tað góða hugskotið, hart arbeiði og áhaldni. Vit síggja telduspælvinnuna sum eina spennandi og mennandi nýggja vinnu, har føroyskar fyritøkur kunnu gera seg galdandi á altjóða marknaðium, sigur Regin W. Dalsgaard.

Vinnuframi kann veita upp til 50 % í stuðuli av tí, tað kostar at menna telduspøl.