Alonso verður heimsmeistari í formel 1

Fernando Alonso so gott sum tryggjaði sær heimsmeistaraheitið í formel 1 á breytini í Hockenheim sunnudagin. Enn er ein matematiskur møguleiki, at hann ikki gerst meistari, men við 36 stigum niður til Raikkonen, verður fyrsti spanski heimsmeistarin í formel 1 skjótt veruleiki

Koyringin gjørdist sera spennandi og hendingarík, við yvirhálingum og samanstoytum og nøkrum frálíkum einstaklinga avrikum. Í byrjanini helt Raikkonen fyrstu byrjunarstøðu, Alonso fór av triðja upp á annað pláss, Michael Schumacher fór av fimta upp á triðja pláss, og Montoya, sum koyrdi útav í tíðarkoyringini og tí byrjaði næst aftastur, koyrdi av nítjunda plássi upp á annað pláss.
Jenson Button, sum byrjaði á øðrum plássi, datt niður á fjórða pláss í sjálvari byrjanini, men megnaði at taka annað pláss frá Michael Schumacher, aftan á at hava stríðst við týskaran í 15 umferðir. Hann misti tó annað pláss aftur til Montoya, tá hesin koyrdi í pitt væl seinni enn Button. Men eitt triðja pláss, aftan á eitt fimta og eitt fjórða pláss í teimum báðum seinastu koyringunum, vísir, at BAR er við aftur har, sum tað er stuttligt.

Óhepni Kimi
McLaren-Mercedes bilurin við Kimi Raikkonen var fremstur inntil 35 umferðir vóru koyrdar, og hann lá trygt eini 10 sekund frammmanfyri Alonso. Tað sá leingi út, sum um eitt lítið sindur av spenningi fór at vera varveittur. Men á 35 umferðini gav McLaren-Mecedes bilurin hjá Raikkonen enn einaferð upp anda, og liði smitaði ein tryggan sigur beint í favnin á unga spaniumanninum.
Hetta legði Michael Schumacher á eitt annað pláss, men hann fekk um sama mundið trupulleikar við dekkunum, og datt í endaðum av einum øðrum til eitt fimta pláss. Hann liggur sostatt 40 stig aftan fyri Alonso, og sjálvt ikki ein sjeyfaldur heimsmeistari kann megna at vinna hesi stigini inn aftur.

Montoya dagsins maður
Juan Pablo Montoya, vísti at hann er aftur í toppform, tá hann koyrdi av næstseinastu byrjunarstøðu upp á eitt annað pláss. Longu í sjálvari byrjanini fór kolumbiumaðurin av nítjundu byrjunarstøðu upp á ellinta pláss. Aftan á 27 umferðir var bilurin hjá Montoya seinasti bilur at fara í pit, og í pitstoppinum fór Montoya upp á fimta pláss. Tá vóru bert Button, eldri Schumacher beiggin, Alonso og Raikkonen frammanfyri hann. Raikkonen steðgaði upp, og Schumacher og Button vórðu yvirhálaðir í næsta pitstoppi. Tá var longu ov langt upp til Alonso, so Montoya noyddist at taka til takkar við næststørsta steypinum.

Villeneuve í trimum samanstoytum
Jaques Villeneuve hevði eina heilt øðiliga hendingaríka formel 1 renning, longu á fyrstu umferðini rendi Barrichello á hann, eina løtu seinni rendu hann og nýggi maðurin í Minardi Robert Doornbos saman og báðir skaddu sær bilin. Men fyri at gera dagin uppaftur verri koyrdi Tiago Monteiro beint inn í bilin hjá Villeneuve, tá Villeneuve var komin hálvan vegin framvið Jordan bilinum, kanning varð sett í verk, og Monteiro fær ivaleyst onkra revsing. Bilurin hjá Villeneuve fór illa, og øll gronin varð skift út. Allir hesir trupulleikar kostaðu Villeneuve nógva tíð. Hann endaði tríggjar umferðir aftan fyri Alonso á einum fimtanda plássi.

Býtt tíðarrevsing
Robert Doornbos koyrdi sína fyrstu koyring fyri Minardi, og liðið sveik unga hálendingin illa. Tá hann á fjórðu umferð rendi saman við Villeneuve punkteraði hann. Tá hann fór í pit, at skifta dekk, varð samstundis bensin fylt á bilin. Hetta er ikki loyvt sambært reglugerðini. Hann fekk tí eina tíðarrevsing.
Takuma Sato hevði ikki heimsins bestu eydnu. Í fyrsta svingið rendi japanski BAR koyrarin á Mark Webber, og beint aftaná rendi hann í reyvina á bilinum hjá Fisichella, og noyddist at skifta gronina á bilinum. Bilurin hjá Webber var so illa farin, at Webber fór í pit í 12 umfør. Men koyrdi síðan víðari.


Nr.KoyrariBilslag TíðStig
1.Fernando Alonso Renault1:26:28.59910
2.Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes +22.5 secs8
3.Jenson Button BAR- Honda +24.4 secs6
4.Giancarlo Fisichella Renault+50.5 secs5
5. Michael Schumacher Ferrari +51.6 secs4
6.Ralf Schumacher Toyota +52.2 secs3
7.David Coulthard Red Bull Racing +52.7 secs2
8.Felipe Massa Sauber-Petronas +56.5 secs1
9.Christian Klien Red Bull Racing +69.8 secs
10.Rubens Barrichello Ferrari +1 umferð
11.Nick Heidfeld Williams-BMW+1 umferð
12.Takuma Sato British American Racing Honda+1 umferð
13. Christijan Albers Minardi-Cosworth +2 umferðir
14.Jarno Trulli Toyota +3 umferðir
15.Jacques Villeneuve Sauber-Petronas +3 umferðir
16.Narain Karthikeyan Jordan-Toyota+3 umferðir
17.Tiago Monteiro Jordan-Toyota +3 umferðir
18. Robert Doornbos Minardi-Cosworth +4 umferðir
19.Mark Webber Williams-BMW +12 umferðir
20.Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes givin


HM fyri koyararar

1Fernando Alonso 87
2 Kimi Raikkonen 51
3 Michael Schumacher 47
6 Juan-Pablo Montoya 34
4 Jarno Trulli 31
5 Rubens Barrichello 31
8 Giancarlo Fisichella 30
9 Ralf Schumacher 26
7 Nick Heidfeld 25
10 Mark Webber 22

HM fyri lið

Renault F1 117
McLaren-Mercedes 95
Scuderia Ferrari78
Toyota Racing 54
BMW WilliamsF147
Red Bull Cosworth24
BAR Honda15
Sauber Petronas14
Jordan Toyota14
Minardi Cosworth7