Summarfestivalur hevur sett fyrsta navnið á plakatina fyri 2008, nevniliga Alphabeat. Um bólkin er at siga, at bólkurin er eitt heitt navn, ið við stórari ferð nærkast kókipunktinum. Árið 2008 verður spátt at verða teirra ár, og eitt altjóðagjøgnumbrot sigst ikki vera langt burtur.
Eitt skifti í februar átti Alphabeat mest spælda og sædda lagið á Youtube. Tað er lagið Fascination.
Nei til Spice Girls
Bólkurin er uppriunaliga úr Silkeborg og er á plátufelagnum Copenhagen Records. Bólkurin nevndist áður Sodastar, men skifti síðani til Alphabeat. Kendastu løgini higartil eru Fascination og 10.000 Nights Of Thunder.
Bólkurin vann DM i Rock í 2004.
Á heysti í 2007 flutti bólkurin til London, har bólkurin spældi nógvar konsertir og útgáva við teimum kemur út í Onglandi í ár.
Í London skal botnur leggjast fyri altjóða gjøgnumbroti teirra.
Bólkurin fekk eisini rúm í fjølmiðlunum, tá hann segði nei takk til at hita upp fyri Spice Girls, ið annars sera fegnar vildu hava Alphabeat við sær á pall.
Rós
Rósandi orð frá ummælarum vanta ikki. Alphabeat fáa rós í øllum miðlum. NME skrivar: Steðga øllum, sum tú fæst við! Alphabeat er besti skandinaviski bólkur síðani ABBA.
Ummælarar siga, at Alphabeat hava sjarmuna, sum poppinum longi hevur vanta. Ummælari sigur, at ein fær hug at hoppa úr songini og bjóða til veitslu, tí tónleikurin hjá Alphabeat er avgjørt evni til uppløgd dansihitt.
Popjustice hevur nevnt Alphabeat heimsins besta bólk nakrantíð. Sagt hevur eisini verið, at um ein vil ímynda sær Alphabeat, so er at ímynda sær B52 og Wham saman, framleitt av Nile Rodgers, og tað átti og borga fyri poppgóðsku.
Tónleikarásin MTV roknar við, at Alphabeat kann blíva tað heilt stóra navnið í 2008 og hetta er sum sagt fyrsta navnið á plakatini hjá Summarfestivalinum í ár.
Summarfestivalurin er til reiðar
Steitór Rasmussen, fyrireikari, sigur, at Summarfestivalurin er til reiðar at taka árið 2008, og móti er gott, hóast heldur keðiliga útfallið í fjør.
- Um tú hugsar um trygd, so hava vit sett trygdarráð, ið er samstarv millum bjargingarfelag, sløkkilið, løgreglu, kommunu og festivalin. Hetta verður 5. festivalurin, og vit hava nú royndir á nærum øllum økjum, og hava gott mót, sigur Steintór Rasmussen.
Hann sigur, at fyrsta navnið er nú kunngjørt, og ein spennandi skrá er í væntu.
- Festivalurin í ár stendur so í øllum førum onki aftanfyri ferstivalarnar undanfarnu árini, lovar Steintór.
-Alfabeat er spennandi og aktuellur bólkur, men hetta er ikki høvuðsnavn í ár, men hinvegin hendir so nógv við hesum bólkinum beint nú, at ein veit ikki hvussu verður, sigur Steintór.
Spurdur,um nakað av ætlaðu skránni í fjør verður at hoyra í ár, sigur hann, at okkurt av hesum verður við í ár.
Nøvn hvørja viku
- Vit fara at kunngera nøvn hvørja viku. Og vert er at leggja afturat, at nøvn verða á stóra pallinum 3 kvøld í ár, tað vil siga hóskvøld, fríggjakvøld og leygarkvøld, og teirramillum eru eisini útlendsk nøvn øll kvøldini, sigur Steintór Rasmussen.
Um orsøkina til, at festivalurin er fluttur til at vera frá 7, til 9, august, sigur Stenitór, at hendan avgerðin er tikin fyri mongum árum síðani.
- Vit vilja ikki koma ov tætt at ólavsøkuni. Álmanakkaárið flytir seg ein dag um árið og so er eisini skotár. Vit høvdu komið ov nær ólavsøku – og at enda ligið á ólavsøku, um vit ikki fluttu, sigur Steintór Rasmussen, fyrireikari, nú hol er sett á skránna fyri Summarfestivalin 2008.