ALS: Eldri á bygd mist vónina

Arbeiðsloysi Vónin um nakrantíð at koma aftur í starv er ring hjá nógvum eldri føroyingum. Serliga eru tað eldri fólk á bygd, ið fullkomiliga hava mist vónina um at fáa eitt nýtt starv, hóast tey enn kunnu hava nógv góð ár afturat á arbeiðsmarknaðinum

Inngangur

Hví eru tey arbeiðsleys? Hvar starvaðust tey, áðrenn tey komu upp í ALS skipanina? Og hvussu leingi hava tey verið í ALS? Hesir eru bert nakrir av spurningunum, ið verða viðgjørdir og greinaðir í eini stórari kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri ALS, har hugt verður eftir viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum.
Kanningin varð gjørd í fjør, tá heitt varð á 1500 fólk, sum hava verið inni í ALS skipanini styttri ella longri tíðarskeið síðani 2008 og fólk, sum framvegis eru í ALS skipanini, at svara spurningum. Beint undir helvtina, umleið 700 fólk svaraðu spurningunum, og sigast kann tí, at talan er um eina umfatandi og neyva kanning av viðurskiftunum hjá arbeiðsleysum í Føroyum.
- Endamálið við kanningini er at fáa eina betri fatan av viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum, soleiðis at vit á tann hátt eisini betri kunnu nøkta tørvin hjá teimum, sum eru í skipanini, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS.
Mánadagin nomu vit við nøkur av viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum. Á hesum síðnunum fara vit eitt sindur meira í dýbdina av kanningini.
---------


Rógvi Nybo

At enda í arbeiðsloysi er eingin ynskistøða hjá nøkrum. Hjá nógvum er tað uttan iva ein minni ella størri lívskreppa, ið kann stinga seg upp, tá tey brádliga standa uttan starv. Men tað er eisini rættiliga ymiskt, hvussu tey arbeiðsleysu eru fyri at leita sær nýtt starv. Lívsroyndir, starvsroyndir, útbúgving og so framvegis spæla inn, tá eitt nýtt starv skal finnast, og arbeiðssøkjandi av nýggjum skulu vigast og metast av arbeiðsgevarum.
Alt hetta ávirkar eisini vónirnar hjá teimum at finna eitt nýtt starv. Sum vit skrivaðu í Sosialinum mánadagin, vísir kanninginm, sum ALS hevur fingið gjørt, at greiður samanhangur er millum aldur og vónina fyri at finna eitt arbeiði. Jú yngri og betri útbúgvin, jú betri eru vónirnar, vísa hagtølini. Tað øvuta ger seg galdandi hinvegin. Vónirnar gerast verri, jú eldri tann arbeiðsleysi er og jú færri ár av skúlagongd hann hevur.


Hava givið upp
Í stóru kanningini millum arbeiðsleys í Føroyum verða tey arbeiðsleysu eisini býtt sundur í fýra ymiskar bólkar, har fólkini í hvørjum bólki líkjast. Hetta er gjørt við tí fyri eyga at fólk í hvørjum bólki gerast meira lík og at tað tískil verður lættari at málrætta tilgongdina og átøkini, ið verða sett í verk.
Her er tað serliga ein bólkur, ið stingur seg burturúr millum hinar, tá talan er um hvørji sannlíkindi fólk halda seg hava fyri at koma í starv aftur.
Hesin bólkur er serliga eldri fólk, í aldursbólkunum 50-59 ár og 60-75 ár, sum í stóran mun eru búsitandi uttanfyri miðstaðarøkið, í Norðoyggjum, á Sandoynni, í Vágum ella í Suðuroynni, og sum í stóran mun bert hava fólkaskúlaútbúgving ella eina handverkaraútbúgving.
Ein stórur partur av hesum bólkinum hava ringar ella yvirhøvur ongar vónir um nakrantíð at koma aftur á arbeiðsmarknaðin. Í hesum bólkinum svara heili 21,7 prosent, at tey vænta aldrin at verða í arbeiði ella undir útbúgving aftur. Tey hava altso fullkomiliga uppgivið vónina um at pláss er fyri teimum á arbeiðsmarknaðinum aftur, hóast fleiri teirra uttan iva hava fleiri góð ár eftir í sær og sita inni við eini rúgvu av lívsroyndum og vitan, hóast tað haltar við útbúgvingini.


Missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin
Eitt annað sereyðkenni við hesum bólkinum er, at tey hava verið arbeiðsleys í rættiliga drúgva tíð. Næstan ein fimtingur, 18,3 prosent, av hesum bólkinum hava verið arbeiðsleys í meir enn tvey ár. Telja vit tey við, sum hava verið arbeiðsleys millum eitt og tvey ár, hava 45 prosent av hesum bólkinum verið arbeiðsleys í meir enn eitt ár.
Tað merkir, at tey í roynd og veru koma undir tað, vit kalla langtíðararbeiðsloysi. Samstundis er tað hesin bólkur, ið missur tilknýtið til arbeiðsmarknaðin og verða marginaliseraði á eggini á arbeiðsmarknaðinum.
Hagtøl í Danmark og Evropa vísa samstundis eisini ein greiðan samanhang millum langtíðararbeiðsloysi og sannlíkindini fyri, at viðkomandi kemur í starv aftur – og jú longri arbeiðsloysið verður, jú torførari er tað at fáa hesi at taka lut í arbeiðsmarknaðinum aftur. Tey missa rætt og slætt sambandið við arbeiðsmarknaðin, samstundis sum aðrir sosialir trupulleikar eisini kunnu stinga seg upp hjá teimum, orsakað av støðuni.


Uppsøgd
Eitt annað, ið er sermerkt fyri henda bólkin er, at ein nógv størri brotpartur av teimum hava fingið eina uppsøgn, samanborið við hinar trýggjar bólkarnar. Sløk 70 prosent av teimum í hesum bólkinum eru uppsøgd, meðan tað fyri hinar bólkarnar liggur um tey 45 til 53 prosentini. Samstundis svara 10 prosent í hesum bólkinum, at tey eru søgd úr starvi, meðan tey vóru sjúkrameldað – eitt tal, ið er rættiliga nógv størri enn fyri hinar bólkarnar, har tað liggur millum eitt og trý prosent.
Hyggja vit eisini eftir, í hvørjari vinnugrein hesi harveiddu, áðrenn tey komu upp í ALS, er ein stórur partur, ið svarar, at tey arbeiddu í ídnaði innan fiskavørur. Eisini eru fleiri, ið hava arbeitt á skipasmiðju ella smiðju, við flutningi annars og so við øðrum vinnuligum tænastum.
Hesar vinnurnar eru eisini millum tær harðast raktu, eftir at fíggjarkreppan tók dik á seg á heysti í 2008.


Lítil vilji til broytingar
Eitt annað áhugavert, ið spurt varð um í stóru spurnarkanningini hjá ALS, er í hvussu stóran mun tey arbeiðsleysu eru til reiðar at gera ymiskt fyri at fáa eitt starv.
Eitt nú varð spurt inn til, um tey vóru til reiðar at fara undir eina útbúgving, at fara á førleikamennandi skeið, skifta starvsgreiv, at flyta til aðra bygd/bý, ferðast meira enn 1 tíma til/frá arbeiðsplássinum og at arbeiða parttíð.
Her vísir kanningin, at sami bólkur, ið hevur mist vónina um at koma aftur á arbeiðsmarknaðin, er tann, ið er minst til reiðar at taka nøkur serlig stig fyri at fáa eitt starv aftur.
Á einum stiga frá 0 til 100, har 0 er í sera lítlan mun og 100 er í sera stóran mun, er hesin bólkur minst til reiðar at gera nakað í øllum teimum spurdu spurningunum, undantikið at arbeiða parttíð. Tað er altso mangt, ið bendir á, at hesin bólkur bæði hevur uppgivið at koma í starv aftur, samstundis sum tey hava lítið árræði at taka neyðugu stigini til tess at koma í starv aftur.


rogvi@sosialurin.fo