ALS-fundurin í Vági avlýstur

Arbeiðsloysisskipanin hevði lýst til kunnandi fund í Vági seinnapartin, men vegna forfall verður fundurin av ognum. Á fundinum skuldi ALS kunna fólk um millum annað rættindi og skyldur hjá

arbeiðsleysum.

Tað var fakfelagið Fjalbrúður, sum hevði tikið stig til fundin, nú virksemi í Vági er sera nógv minkað.

Fyrireikararnir siga, at eitt nú hevur helvtin av fólkunum á Føroya Fiskavirking í Vági verið til arbeiðis í 2½ dag í seinastu viku, annars hevur arbeiði ikki verið á virkinum fyri tey áleið 100 starvsfólkini í 10 vikur.

Enn er ikki avgjørt, nær kunningarfundurin í Vági verður.