Í sambandi við at føroyskur dansur er komin á etikettina á nýggjum rúsdrekka, loyvir Sláið Ring sær at koma við nøkrum viðmerkingum.
Sláið Ring dámar sera væl, tá ið føroyskur dansur verður brúktur í sambandi við tað, ið føroyskt er. Kemur ein orðabók, skúlabók, sangbók, fløga, ferðavinnubók og líknandi út við dansinum á, frøast vit almikið. Tað er so upplagt, at føroyski dansurin og kvæðamentanin verða brúkt at vísa eitt sereyðkenni úr landi okkara.
Hinvegin síggja vit als ikki sambandið millum rúsdrekka og føroyskan dans, annað enn at í vertskapi eru bæði umboðað.
Limafeløgini í Sláið Ring eru 16 í tali. Flestu teirra dansa hvørja viku frá heystinum og til føstulávint. Ongastaðni er rúsdrekka partur av dansinum.
Hava feløg veitslur, tað verið seg fótbólts-, hondbólts-, kappróðrar- og dansifeløg, er øðrvísi. Tá kann rúsdrekka vera við sum partur av veitsluni. Hetta er galdandi fyri flestu feløg og tí ikki serstakt fyri dansifeløg.
Í meir enn hálva øld hava dansifeløgini hildið rúsdrekka burtur frá dansinum í feløgunum. Sláið Ring vil taka frástøðu frá, at fólk við peningaligum áhugamálum royna at tvinna dansin og rúsdrekka saman.
Føroyskur dansur er nógv bestur við edrúum fólki. Tað skuldi verið hvørs manns vitan. At hetta verður misskilt av fólki, vísir betur enn nógv annað, hvussu ósjónligur dansurin er millum manna, og hvussu lítla vitan nógv hava um føroyska dansin.
Sláið Ring vil við hesum heita á okkum øll, ikki minst Kringvarpið og aðrar miðlar, dansifeløg og Mentamálaráðið: Latið okkum varpa ljós á sermentan okkara. Tað er ósømiligt, at kvæðamentanin í hesum upplýsingartíðum skal verða so mistulkað.