Als ikki tryggir

Eli Hentze, sum í løtuni hevur evstu ábyrgd av B71, vil als ikki hoyra talan um, at teir nú eru tryggjaðir Formulafótbólt komandi ár.

– Tað hevði verið tann reini ørskapur, um vit hildu, at nú var alt yvirstaðið, sigur hann avgjørdur. Um dystin í gjár sigur Eli, at sigurin var uppiborin, men hann fýlist eitt sindur á, at tað ikki gekk betur at fáa glið á spælið. – Ein partur av orsøkini til hetta kann vera, at vit ikki eru so vanir við at hava bóltin so nógv í ein heilan hálvleik. Men tað er altso ein deilig kensla at fáa sigurin í yvirtíðini, har vit annars ofta hava mist hann, sigur Eli Hentze.