Hóast ein samd Vinnunevnd í sínum áliti mælti løgtinginum til at biðja landsstýrismannin í vinnumálum um at taka aftur lógaruppskotið um samsýningar til stýrislimir og løn hjá stjóranum í ALS, so endar lógaruppskotið aftur í Vinnunevndini.
Lógaruppskotið var til 2. viðgerð til tingfundin í gjár, men heldur enn at atkvøða um sjálvt uppskotið, so atkvøddi løgtingið í staðin um eitt uppskot frá Jenis av Rana um at beina uppskotið aftur í nevnd. Tað varð samtykt við 18 atkvøðum, og tí bleiv ongantíð atkvøtt um sjálvt uppskotið.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, er á arbeiðsferð í London, og hevði tí ikki møguleika at vera hjástaddur í løgtinginum í gjár.
Johan Dahl bar lógaruppskot um samsýningar og løn hjá ALS-stýri og stjóra í løgtingið í kjalarvørrinum á gylta lógvatakinum til nú fyrrverandi ALS-stjóran, Ernst Jacobsen.