Alsamt færri børn verða fødd í Føroyum

Fyrra hálvár í ár vórðu fødd 25 børn færri, enn somu tíð í fjør

Tað vísir uppgerðin hjá Hagstovuni, sum hevur gjørt fólkatalið í Føroyum upp fyri fyrra hálvár í ár.

 

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa mánaðarligu gongdina í føði- og deyðatalinum. Meðan gongdin í deyðatalinum hevur funnið eina fasta legu vísa trendarnir, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram. Fyrra hálvár í ár vóru 280 børn fødd. Tað eru 25 færri samanborið við fyrra hálvár í fjør. Tá vórðu 305 børn fødd. 

Taka vit junimánað í ár, so vórðu fødd 44 børn, meðan tað í juni í fjør vórðu fødd 48. Taka vit so til dømis juni í 1990, so vórðu fødd 82 børn tá.

Lesið eisini:

Sum talvan vísir niðanfyri, so er gongdin viðvíkjandi føðitíttleikanum í Føroyum fallandi, meðan talið av deyðum hinvegin liggur í fastari legu.

##med2##