Alsamt fleiri gista á hotelli í Føroyum

Januar er vanliga tann mánaðurin í árinum við fæst vitjanum á gistingarhúsunum. Í januar í ár vóru gistinæturnar góðar 6.900 í tali. Innskrivingarnar vóru stívliga 3.600. Bæði seta met fyri fyri januarmánað.

 

Tað veit Hagstovan at siga í dag.

Í januar 2022 vóru 6.903 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru knappliga 1.400 ella 25% fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í 2021. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Føroyingar áttu bróðurpartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í januar, ið vóru yvir 3.800 í tali. Talið av gistináttum hjá føroyingum minkaði tó eitt vet við 5% í mun til januar í 2021. Ímeðan talið av gistináttum hjá dønum vaks við 62%, meira enn tvífaldaðist talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark samanborið við í januar í fjør.

Innskrivingarnar vóru stívliga 3.600 í tali í januar 2022, hetta er 19% hægri enn í januar í fjør. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

Nú er talið av fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark farið at vaksa aftur. Tað er nærum trífaldað síðan januar í 2020. Hóast tað enn restar nakað í at koma upp á sama stig sum í 2019. Talið av føroyingum, ið gista á gistingarhúsum, er á leið tað sama sum í januar í 2021, og føroyingar eiga tríggjar fjórðingar av innskrivingunum í januar í ár. 

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 23% av kømrunum vórðu brúkt í januar, samanborið við 17% í januar í fjør.