Turið Kjølbro
Sig so tað, at føroyskt ikki er eitt fjølbroytt mál. Annað kunnu vit ikki staðfesta, nú vit hava kagað í nýggju føroysku samheita- og skyldskaparorðabókina, ið Henning Thomsen í Havn ger og leggur til rættis. Sum dømi kunnu vit nevna, at á donskum eru níggju ymisk heiti fyri seyð, á føroyskum ikki færri enn 516. Og tá tosa vit um livandi seyð. Sambært Henningi Thomsen eru ongi mál í heiminum, ið hava fleiri heiti fyri seyð, og tí hevur hann søkt um at fáa hetta metið í metbókina hjá Guinnes. Tú kanst siga orðið ganga á uml. 220 mátar, vindur á uml. 140 mátar, og Ádú ádú á óteljandi mátar eisini.
Gongst sum høvundurin ætlar, kemur fyrsta samheitaorðabókin á føroyskum út fyrst í komandi ári. Henning Thomsen leggur nú síðstu hond á verkið, eftir eru bert snøklar og smávegis rættingar, og beint eftir ársskiftið fer bókin til prentingar. Og tað verður ikki hissini bók í stødd, størri enn nøkur onnur bók, sum er givin út á føroyskum.
Frá krossorðum til orðabók
Orðabókaarbeiði hevur ikki eyðkent lívið hjá Henningi Thomsen, sum er ættaður úr Vági. Hann hevur verið sjómaður í nógv ár, grótlaðari í Havn, og træskeri, uppfinnari, listamálari og krossorðasmiður er hann eisini. Tað vóru í grundini krossorðagáturnar, ið hava stóra áhuga Hennings, sum gjørdu, at hann fór undir at gera samheitaorðabókina fyri átta árum síðani.
- Eg havi altíð loyst danskar krossorðagátur, seinni komu tær hálv-donsku orðagáturnar, og tær dámdi mær ikki. Tí fór eg sjálvur undir at gera føroyskar krossorðagátur, og tá sá eg skjótt, at tørvur var á eini samheitaorðabók. Eg fór tí undir at gera eina, men frá byrjan av havi eg lagt dent á, at hon skal ikki vera so akademisk sum tær donsku av hesum slagi eru. Bókin er bæði skyldskapar- og samheitaorðabók, kross- og hugtakaorðabók. Hon vísir eins nógv á valkostir sum á verulig samheiti. Tí kann brúkarin finna annað orð enn tað, sum hann hevði í huganum, av tí at orðið kanska ikki hóskaði í stíli ella tí, at neyðugt var við einum øðrum avbrigdi við somu merking, sigur Henning Thomsen.
Henning roknaði í byrjanini við, at arbeiðið fór at taka 2-3 ár, men nú situr hann á áttanda ári og arbeiðir.
- Eg havi ongantíð mist mótið, havi gott tol, og mær dámar væl at putlast við slíkt. Til tíðir havi eg verði noyddur at verið burturi frá hesum arbeiðinum fyri at vinna nøkur oyru at liva fyri.
Tá ið vit spyrja hann, hvat drívur verkið, svarar hann, at áhugin fyri máli og serstakligum føroyskum altíð hevur verið stórur.
- Alskurin til málið drívur verkið. Føroyskt er eitt ótrúligt mál, størri enn vit geva okkum far um til dagligt. Við hesi bókini vóni eg, at okkara mál í talu og skrift verður fjølbroyttari og litríkari. Í staðin fyri at brúka keðilig og løgin donsk og útlendsk orð, fara fólk at brúka nýtilig føroysk orð, sigur Henning.
Fortreytirnar at gera slíkt arbeiði, sigur Henning, er áhugin.
- Eg var liðugur við realskúlan í 1950, og tað er avmarkað, hvat tað hevur givið mær av førningi til slíkt arbeiði.
Eingin fyrimynd
Samheitaorðabókin hjá Henningi Thomsen er ikki sum aðrar. Hon er bæði í stavraðaðari raðfylgju og við leitorðum. Hann hevur ikki nakra ávísa fyrimynd í arbeiðinum, mannagongdin og arbeiðshátturin eru heilt hansara egni. Telduforritið, orðabókin verður gjørd á, er tillagað arbeiðshátt hansara.
- So hvørt arbeiðið við at gera móðurmálsorðabókina leið, fekk eg útskriftir haðani, sum eg havi brúkt í arbeiðinum, sigur Henning Thomsen.
Tá ið Henning hevur latið handritið frá sær, er arbeiðið kortini ikki liðugt. Hann hevur ætlanir um at halda fram við arbeiðinum, soleiðis at bókin um nøkur ár kann koma út aftur endurskoðað og við ískoyti.
Føroyamálsdeildin hevur veitt Henningi hollan fakligan og tekniskan stuðul, og í seinastuni eisini Sveinur Tummasson. Tað er ikki fyrr enn fyri stuttum, at Henning Thomsen hevur fingið peningaligan stuðul til arbeiðið. Frá Norsk Språkråd hevur hann fingið 300.000 krónur, frá Føroya Landsstýri 40.000, og frá einstaklingum og fyritøkum uml. 40.000. Tíggju prosent av hesi seinastu upphæddini eru sett í grunnin, Málstuðulsgrunnin, og ætlanin er, at grunnurin, tá ið hann er vorðin størri, skal stuðla arbeiði til frama fyri mál okkara.