Altíð einaferð meiri nei enn tú

Viðmerkingar til skrivingina hjá Sonna Jacobsen

Ja, Buddha fekk rætt: »Eitt ilt orð vekir ein illan tanka«.

Hóast mær ikki dámar kristindóm, so sær tað út til, at eg ikki átti at hava latið hetta lýsa ígjøgnum, tí nú hava tey kristnu ikki hug at diskutera hetta longur. Og hetta var tann kosturin, eg minst ynskti.

Hóast vit eru sera ósamdir, og tað sær út til, at eg í øllum førum ikki kann vinna Sonna í mín part, tí at hann heilt einfalt hevur gjørt av, hvat hann ætlar at halda restina av lívinum, so haldi eg, at vit í øllum førum eru á einum máli um eitt, og tí haldi eg, at nakað kann fáast burtur úr hesum kjaki, hóast tað sær út til, at hvørgin fer at geva eftir: Hetta kjakið hjálpir fólki at meta um, hvat vigar meiri fyri teimum: intellektuellar próvrundir ella dogmatiskar.

Eg haldi at vit báðir; um ikki annað, eru á einum máli um, at tað er betur at vera kaldur enn fjálgur. Fólk eiga at skilja, at hetta er eitt týdningarmikið val at taka, og at tað ikki ber til at standa við einum beini í hvørjum bólki. Í fyrsta lesarabrævi mínum vísti eg til eina gentu, ið ikki helt hetta vera nakran trupulleika, hóast tú og eg halda tað vera eysæð, at tað er høpisleyst. Vit hoyra tað jú eisini, m.a. í Matteus 7:21, men tey flestu vita hetta í roynd og veru ikki.

MEN: Sonni skal vita, at eg ikki ætli mær at steðga, tí at hann ger tað. Eg fór ikki í bløðini við hesum, tí at eg vildi hava onkran at skeldast við, men tí at eg havi nakrar ákærur, ið eg vil hava svar uppá, áðrenn eg kann góðtaka henda trúarrætningin, bæði sum at vera sannan og moralskt góðan. Eg eri troyttur av at fáa boð um at fara frá einum trúgvandi persóni til annan, tí at tann næsti heilt víst kann greiða frá hesum løgnu tingum, ið Gud tykist at gera, og rættvísgera tey. Tí skrivi eg nú til bløðini fyri at røkka so nógv, eg kann og, um tað er neyðugt, provokera tey, inntil tey kenna seg noydd at svara. Verið eg ikki sannførdur um nakað annað, so fari eg at halda á við tí, eg eri í ferð við: at royna at avdúka tað, ið eg haldi vera eitt tað óndasta, býttasta og skaðiligasta, ið er, nevniliga alla religión. Kristindómurin fær forrættin, av tí at hann er tann størsta, har eg nú eri. Men nú fáa øll tey, ið ynskja tað, ein møguleika at køva illvilja mín, við at royna at rættvísgera tey tingini, sum Gud sigst at hava gjørt, ið elva til, at eg haldi Hann vera óndan.

Sonni sigur í síni seinastu viðmerking, at tað nú einaferð er so, at hann trýr, at Gud er góður, og tað kunnu allir heimsins pástandir ikki broyta. Eg fari at byrja mín kritikk her við at siga, at munur er á einum leysum pástandi og einum, ið er væl undirbygdur, m.a. við dømum. Munur er eisini á at vera viljasterkur og at vera tvørur ? man skal aldrin siga aldrin.

Trúgvandi fólk nýta orðingar sum t.d. »royn at trúgva« og »tú vilt jú ikki trúgva«, nakað sum eg als ikki skilji. Trúgv merkir álit, og álit er nakað, sum ein hevur ella ikki hevur, treytað av sannroyndum, heldur enn nakað, ein kann »royna at hava«. Hevur ein kent onkran í eina tíð, so veit ein, um hesin er álítandi ella ei. Hevur tú tær sannroyndir, at hesin kann finna uppá at gera órein ting bara til stuttleikar, so fert tú ikki at blunda og gapa, um hesin biður teg um tað. Á sama hátt, um einhvør hevur víst seg at vera álítandi, so er tað høpisleyst hjá honum at siga við teg, »lat vera við at hava álit á mær«, ? tú hevur tað bara.

Tí spyrji eg, um Gud hevur uppiborið álit okkara. Eg haldi tað vera vitleyst at royna at skúgva skil sítt burtur og noyða seg sjálvan hava álit á Hann, tí at tað kanska fer at løna seg í næsta lívi mínum.

Eg havi ikki »trúgv« (hvat tað so enn merkir) men heldur sannføringar. Hetta orðið er kanska lættari at skilja, um ein nýtir tað danska orðið »overbevisning«. Hetta merkir, at ein metir um og vigar tað, ein sær og hoyrir, og roynir at fáa skil á, hvat »vigar meiri«, t.e. hvat er sannlíkari og meiri álítandi. Mín sannføring kemst av at nýta vit og skil, og við at granska, men eg veit, at tað ber til hjá mær at fara skeivur. Vísir tað seg, at eg havi skeivt, við tað at onkur tykist at hava betri grundgevingar fyri síni sjónarmið enn eg, so kanni eg tað av nýggjum og eri ikki bangin fyri at broyta hugsan, tí at eg elski sannleika meiri enn meg sjálvan og mín stoltleika. Hvussu við tær, Sonni?

Millum menniskju er eitt ávíst tal, ið fyrst og fremst vilja sítt egna og eitt annað tal, ið vilja tað góða. Religión fær tann seinna bólkin (ið er farliga lítil, sum er) at hyggja burtur frá viti og skili teirra og villleiðir tey so ofta til at góðtaka óndskap. Eitt dømi um hetta er, at nakrir hinduar halda tað vera skeivt at hjálpa einum, sum er í neyð, tí at teir, vegna sína reinkarnatiónstrúgv, halda, at hesin í løtuni verður revsaður fyri syndir sínar úr einum øðrum lívi. Tí vilja teir vera við, at um ein hjálpir honum, so útsetur ein bert revsing hansara, og tí er tað betur, um hann bert fær tað frá hondini. ?Vit síggja í hesum føri, hvussu religión kann fáa ein at ignorera tað, ein sær, hoyrir og skilir. Tað skal tó sigast, at tað ber til, at hesir hinduar hava rætt, ? hvør veit av vissum? Men tað er eisini sera væl hugsandi, at onkur fann uppá hetta fyri á fullgóðan hátt at sleppa

sær undan allari ábyrgd, og var tað veruliga, sum hinduarnir søgdu, so kundi Gud í minsta lagi gjørt tað opinbert, at tað var so, ístaðin fyri at goyma seg í bókum uttan undirskrift, sum Hann jú tykist at gera í øllum átrúnaðum.

Eitt annað dømi um tað illa, sum átrúnaður elvir til eru m.a. í Týsklandi undir øðrum veraldarbardaga. Hitler hevði tá mangar prestar, ið stuðlaðu honum, og hesir søgdu fólki, at tey áttu at hata jødarnir, tí at tað jú vóru teir, ið drópu Jesus. Tað skal tó sigast, at nazisma heilt greitt ikki er kristilig. Tó er tað ein veruleiki, at tey, ið høvdu sítt álit á kristindómin, vórðu lumpað, meðan tey intellektuellu kundu verða kallað lógloysingar, faðirlandssvíkjarar og heidningar, stóðu tey ímóti.

Eisini kann nevnast tann forfylgingin, ið var í miðøldini, av tí at fólk trúu tí, sum kirkjan segði um heksir og illir andar og mangt, mangt annað. Alt hetta hevur fingið nógv at venda øllum átrúnaði baki, tí at tey síggja, hvat hann elvir til.

Skaðin kemst júst av orðinum »trúgv«, ið sær út til at merkja, at ein góðtekur nakað uttan heilt at skilja tað; nakað, ið Sonni sjálvur vitnar um (men hóast tað, so heldur hann seg vita fyri vist, at Gud er góður). Hetta er alt, ið skal til fyri at forfylging, fordómar, racisma, manschauvinisma og allur annar óndskapur og fávitska kann trívast.

Sonni Jacobsen hevur roynt at svara nøkrum av ákærum mínum, t.d. at eg kallaði Gud fyri barnamordara, diktator og manschauvinist, og eg fari nú í smálutum at greiða frá, hví eg ikki kann góðtaka svar hansara:

Fyrsta svar hansara var at kalla alt tað, eg segði, fyri »blasfemi«, sum er nakað tað sama sum at siga, »hatta hevur tú ikki loyvi til at siga« ella »lat okkum lata vera við at diskutera tað og meta um og tílíkt«.

? »Fyri Gudi er eingin deyði til, men bert ein yvirgangur frá hesum lívinum til tað æviga«, greiðir Sonni frá. ? Heldur er tað so, at um kristindómurin er sannur, so merkir deyði yvirhøvur bert »skilnaður« ella, um Sonni vil tað, »yvirgangur til næsta lívið«. Hetta er galdandi fyri allan deyða; tey, ið Gud drepur, fara ikki til eitt annað stað enn tey, ið doyggja á annan hátt. Tó roynir Sonni at bagatellisera deyða við at kalla hann fyri »flutning«, men hetta hevði so bert havt tað við sær, at tað eisini er OK hjá menniskjum at drepa.

? Síðani vil hann vera við, at tað er í lagi hjá »bossana bossi« (handan var annars nýggj) at drepa, men ikki okkum. Til tað vil eg siga, at so er per definitión einki, sum eitur rætt og skeivt, um Hann kann bróta síni egnu boð. Hevur Hann eisini loyvi at dríva hor? ? Rætt er rætt, ALTÍÐ!

? Sonni sleppur ikki málinum og sigur eina aðra orsøk til, at Gud skal hava loyvi at drepa, hóast vit ikki hava tað, er at Hann sum Gud veit, nær vit eru klár at flyta yvirum. Skal hetta skiljast soleiðis, at øll tey fyrstuføddu, sum Hann drap í Egyptalandi(2 Mós. 12:29, 4 Mós, 33:4), bara av tilvild vóru »klár at fara yvirum«? ? Eg eri vísur í, at nógv kristin nú hava hug at leggja aftrat, at øll børn automatiskt eru frelst, um tey doyggja. Men hetta er jú eisini órættvíst. Tað vil so siga, at tey, ið doyggja, meðan tey enn eru lítil, eru ófatiliga heppin. Hví kundi eg ikki sleppa tað eisini? ? veldst æviga rættvísi Guds um hepni?

? So spyr hann, hvar í Bíbliuni eg síggi, at Gud er manschauvinist og tað hóast, at eg vísti til hesi skriftstøðini. Les 1 Tim. 2:11-14, 1 Kor. 11:3, 11:9 og 14:34 ? 35. Skal eg sjálvur citera tey?

? »Og fyri alt tað, hevur Gud ikki rætt til at gera, sum hann vil? Hansara er hóast alt jørðin og allur skapningurin«. ? Hetta er ein av teimum elstu royndunum at rættvísgera gerðir Guds, og um ein gongur eftir orðatakinum »magt er ret«, so hevur Gud jú rætt til alt, tí at Hann jú er almáttugur. Men hetta orðatakið er í fullkomiligari andstøðu til hugtakið »náði«. Tann sterki hevur makt til at gera, sum honum lystir við tann veika, men taka vit moral uppí, so er tað ikki so einfalt. Neyvan hevur nakar moralfilosoffur verið samdur við hetta í meiri enn túsund ár.

? Og so var ein fordómur aftrat til puljuna: » ? mær tykir at Gud helst hevur útjavnað valdbýti millum mann og kvinnu á tann hátt, at hann hevur givið kvinnuni serstatkt snildi«. ? Ja, Sonni, og svørt fólk hava rútmu, og jødar hava skil fyri peningi. ? Hatta kanst tú ikki meina av álvara.

? »Vit seta ikki spurning við allar hinar leiðslurnar (hesar sigur Sonni aðrastaðni í viðmerking sínari, at vera ting, stjórnir, stjórar, formenn, o.s.fr.). Hví í allari víðu verð skuldu vit so sett spurning við leiðsluna hjá bossinum yvir øllum bossar?« Og longri uppi í hesum sama reglubrotinum sigur Sonni: »Har mugu vit nýta vit og skil« ? Eg noyðist at spyrja: Hvørji eru »vit«? ? Er tað at nýta vit og skil, um ein ikki setur spurning við? Seta vit ikki spurning við, so eru vit eins og neyt, ið verða rikin (verður tú glaðari, um eg nýti orðið »seyðir«??). Samkennandi fólk sita júst nú í fongsli, tí at tey hava forbrotið seg móti landsins lógum, har tey búgva, t.d. fyri at hava givið deyðshjálp. Og hetta er eitt sera gott dømi um, hvussu ólogiskur átrúnaður kann vera. Nokta vit einum menniskja, ið ynskir at sleppa sær undan einari tilveru fullari av pínu og uttan vón, so fara vit verri við tí, enn vit gera við einum hundi í somu støðu. Eitt týdningarmikið lið í definitiónini av eini brotsgerð er at taka fría viljan burtur frá onkrum. Tekur tú lívið frá onkrum, ið vil livað, er tað ein brotsgerð, men ynskir hann at doyggja av góðum grundum, er tað ein góðgerð. Og umvent: Noyðir tú onkran at liva, ið ikki ynskir tað, er tað eins og stór ein brotsgerð, tí at fríur vilji verður brotin.

? »Í heiminum verður ein slíkur vanliga róptur lógloysingur og brotsmaður. Tað sama er galdandi í andans verð«. ? Ja, og í tí høpinum havi eg hug at nevna nakrar av hesum lógloysingum: Robin Hood, Oscar Schindler, Ghandi og Jesus. Er »andans verð« líka trongskygd?

? »Gud er sannorðaður, Gud hevur ongantíð gjørt nakað, ið stríðir móti hansara orði. Hitler var reindyrkaður lygnari og helt aldrin orð, uttan so, at tað tænti honum sjálvum«, sigur Sonni og vil vera við, at tað er langt úti at samanbera hesar báðar. ? Royn at samanbera hugsanina um Æviga Pínustaði við orð Hansara um »synir Juda« í Jeremias 7:31 (og aftur í 19:5): »Teir hava Bygt Tofethæddir í Hinnomsson-ardali, til at brenna synir og døtur sínar á ? slíkt sum Eg ikki havi álagt teimum, og sum aldri hevur verið Mær í huga!« ? Tað kann sjálvandi vera at Hann meinti við okkurt annað enn tað, sum eg haldi, t.e. at vísa, at Hann ikki hevði kunnað so frægt sum hugsa um tílíkan óndskap, men heldur t.d. at tað er OK at brenna børn síni, bert ein ikki ger tað sum offur til avgudar, ella bert ein ikki ger tað beint har, men tað stuðlar jú bert mínar ákærur mótvegis kristni.

? Síðani sigur Sonni seg ikki skilja, at eg fái orð Paulusar »í mær býr einki gott« at merkja, at bert kristin fólk gera gott. Tað er sjálvandi tí, at um einki gott býr í menniskjum (og hetta er jú sjálvandi ikki ein sjálvbiografi hjá Paulusi), so noyðist alt gott at vera inspirerað av Gudi (Luk. 18:19). Og tey einastu, ið móttaka heilaggering Hansara eru jú tey kristnu, av tí at tað jú er tann einasta sanna religiónin.

? »John, eg síggi klárt, at tú tosar um tann, sum tú ikki kennir«, og seinni sigur hann »Vegurin at kenna Gud, er at takka honum fyri allar góðgerðir hansara«. ? Hetta er jú akkúrát líka rímiligt sum alt annað, sum bíblian sigur. Í øðrum orðum: »Tú kanst bert døma Gud, at vera antin óndan ella góðan, um tú longu heldur Hann vera góðan!«

? »Tá opnast okkara eygu, og vit kunnu ikki gevast at takka og prísa honum fyri kærleika, náði og miskunn hansara móti okkum, ótakksomu, óargaligu og spiltu menniskju«. ? Wow! Jantelógin hevði rætt. Vit eru veruliga nakað lort, ha?

? »Annars sigur Gud um seg sjálvan, at hann er kærleiki, men hann er eisini logandi eldur«, sigur Sonni. ? Ella sagt á annan hátt: »Eg eri fittur, ikki hugsa so nógv um mín KZ-leir.«


John Johannesen

P.S.: Yvirskriftin er skemt! Restin er ikki.