Alt fleiri føroyingar lána pengar til forbrúk

Umleið helvtin av teimum, ið keypa sjónvarp, parabolir og annað gjøgnum nýggja danskan faldara, ið var sendur út til øll húsarhald í Føroyum, velja at keypa fyri læntar pengar

Keyp í dag. Rindað í morgin. Og tey komandi árini.

Hesa avdrags?loysn velja fleiri føroyingar, tá teir skulu keypa sjónvarp, parabolir og annað góðgæti til egið húsarhald. Og hugurin at keypa er góður, vísa hagtølini. Innflutningurin veksur, lønargjaldingarnar í handilsvinnuni somuleiðis. Hitið er aftur komin í áður so stirðnaða handilslívið.

Bankar og sparikassar eru eisini til reiðar. Fleiri handlar hava on?line samband við føroysku peningastovnarnar. Umsókn verður send beinleiðis úr handlinum, og so verður bíðað eftir svari. »Tað er í lagi« eru vanligu boðini frá peningastovnunum. Føroyingurin hevur keypt forbrúksgóðgæti. Og hann hevur sett seg í nýggja skuld.

Føroysk lán

Ein sølufyritøka, sum herfyri sendi serligt tilboð út til øll húsarhald í Føroyum, er Damor. Talan var um danskan Panasonic faldara, har donsku vørurnar kunnu keypast gjøgnum Damor og við (hægri) føryskum prísum.

Í faldaranum var eisini tilboð um, at tú kanst lána upp til 40.000 krónur, ella at fáa eitt ekspresskort ? ein kassakredit upp á upp til 30.000 krónur.

Hetta tilboðið tó ikki galdandi í Føroyum. Hinvegin hevur Damor beinleiðis samband við føroysku peningastovnarnar. Stjórin á Damor vil ikki vera endurgivin fyri at siga nakað, men sum skilst velur okkurt um annar hvør kundi at keypa fyri læntar pengar. Hetta merkir, at handilin, ið selur, fær pengarnar alt fyri eitt, meðan bankin ella sparikassin yvirtekur lánið.

Hóast danska tilboðið um ekspresslán sostatt ikki er nakað, sum Damor bjóðar keyparanum, hóast tað stendur í faldaranum, so er onki í føroyskari lóggávuni, ið forðar fyri, at føroyingar kunnu taka lán frá donskum kredittfeløgum. Síðan stóra skrædlið í 1992 hevur hetta tó ikki verið serliga viðkomandi.