- Alt gongur galið

Eftir dystin spurdu vit venjaran hjá KÍF, Kristian Mikkelsen, hvat gekk galið hjá KÍF. Hann helt snøgt sagt alt ganga galið.
- Eg haldi at kalla alt gekk galið hjá okkum í dag. Álopsspælið er ikki nóg gott, verjan fær ikki nóg nógvar bóltar upp av gólvinum og móttøkurnar eru ikki nóg góðar. So ja, eg meti at alt gekk galið!
Hann leggur afturat, at liðini í deildini eru sera jøvn, men hann er ikki bangin fyri, at KÍF skal fara niður við høvdinum eftir ósigurin. Hann metir hinvegin, at liðið fer at koma sterkt aftur næstu dystirnar.