Alt húskið í Dýrindalsgøtu skal kappast til NM

Tá NM í gonguløgum fyri íslandsross byrjar hósdagin í Herning, so er ein sjáldsom úttøka á føroyska landsliðnum. Tí í størsta føroyska hópinum nakrantíð, er m.a. eitt húskið úr Dýrindalsgøtu í Hoyvík.

Ríðisamband Føroya 

Talan er um hjúnini Valborg Laksafoss og Knút Lútzen og tvey av børnum teirra, Elma Laksafoss og Jason Lútzen. Hetta man helst vera eindømi í føroyskari ítróttarsøgu, at eitt húskið er so væl umboðað. Í hesum førinum við 4 av nýggju plássum á landsliðnum.

 

Knút Lützen og hesturin Kára frá Ásbrú vunnu NM í gæðingakeppni seinast á Álandi fyri tveimum árum síðani, so tað verður spennandi at fylgja teir nú teir skula verja heitið hesuferð.

 

Kappingin verður í Herning í Danmark í døgunum 8-11 august og sum skilst eru eisini nógvir føroyskir fjepparir á veg til Danmarkar.

 

##med2##

 

Annars sær føroyski hópurin soleiðis út:

 

Sport:

Junior:

Jason M.D. Lutzen á Prinsessu frá Tindskarð

Ung:

Ester Dahl á Heygum á Dalvar frá Dalbæ 2

Elma Annfinnsdóttir Laksafoss á Hvinur frá Árbæjarhjálegu

Rakel Tindskarð á Silas won Forstwald

Vaksin:

Knút Lützen á Kára frá Ásbrú

Valborg Hallursdóttir Laksafoss á Stæll frá Skagaströnd

Óluva á Lofti á Sprota frá Hrauni

Ragnheiður Ólafsdóttir Dam á Huga frá Hrepphólum

Gæðinga:

Ranja Hallursdóttir Djurhuus á Sirkill frá Þorkelshóli 2

Ester Dahl á Heygum á Dalvar frá Dalbæ 2

Elma Annfinnsdóttir Laksafoss á Hvinur frá Árbæjarhjálegu

Knút Lützen á Kára frá Ásbrú