- Alt kann henda í hondbólti

Rás2: Bára K. Hansen hjá Kyndli tekur framvegis ikki FM-finalupláss fyri givið.

Kyndil tók eitt týðandi fet ímóti FM-finaluni í føroyskum kvinnuhondbólti, tá ið tær í kvøld vunnu 32-29 ímóti VÍF. Hetta var fyrsta tapið hjá VÍF hetta kappingarárið, og nú skal ganga illa, um Kyndil ikki kemur í finaluna.


Bára K. Hansen hjá Kyndli segði í samrøðu við Rás2 eftir dystin, at hesin oddadysturin var ógvuliga stuttligur at spæla. Sigurin kemur væl við og nú er finaluplássið tætt við, men hon minnir á, at alt kann henda í hondbólti.


Hoyr samrøðuna omanfyri.