Alt má ikki enda í materialismu

- Tað hevur týdning at fokusera upp á jólaboðskap og mentan, so alt ikki verður innantóm materialisma, sigur kringvarpsstjórin.

 

Nýggi kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen, sigur, at hann bæði keypir jólagávur, og hann keypir nokso nógvar eisini, sum hann brosandi tekur til.

 

- Tað er stuttligt at keypa jólagávur, men eg havi lyndi til at bíða ov leingi, áðrenn eg keypi tær. Tí verður tað eisini nógv rennarí dagarnar upp undir jólaaftan.

 

Ivan Hentze Niclasen sigur, at í dag – jólaaftan – verða hann og familjan hjá foreldrunum í Havn, 1. jóladag hjá svágrinum í Sørvági, og 2. jóladag verða tey heima í Miðvági. 

 

- Vit eta altíð dunnu jólaaftan. Tað er vorðið ein siðvenja, sum eisini børnunum dáma væl. Hinar dagarnar er ræst kjøt og annað gott á skránni.

 

Nýggi kringvarpsstjórin heldur, at jólini hava stóran týdning. Hetta er tíðin, tá familjan er savnað, og har serliga børnini eru í miðdeplinum.

 

- Mær dámar eisini væl siðvenjuna og allan hugnan, sum er knýttur at jólunum. Tað hevur týdning at fokusera upp á jólaboðskapin og mentanina, so alt ikki verður innantóm materialisma.

 

Hvussu hevur 2018 verið fyri teg?

 

- 2018 hevur sum heild verið eitt gott ár. Størsta hendingin var, at konan og børnini fluttu heim úr Danmark. Tað er gott at koma heim hvørt kvøld í staðin fyri javnan at flúgva aftur og fram til Danmarkar.

 

Ivan Hentze Niclasen sigur, at ein onnur stór hending fyri hann persónliga var, at hann í árinum gjørdist stjóri í KvF.

 

- Hetta er ein spennandi avbjóðing, og mær dámar væl avbjóðingar, leggur hann aftrat. 

 

Hvat var keðiligasta upplivingin í 2018?

 

- Gamaní hava onkrar keðiligar hendingar verið í 2018, og soleiðis man vera hjá teimum flestu. Men, lukkutíð hevur eingin verið av størri týdningi.


Hevur tú sett tær onkur mál fyri 2019?

 

- Eg má og skal koma í betri form, og so ætli eg eisini at finna mær betri stundir at lesa meira, sigur nýggi kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.