Alternativ ansingartilboð

Á sosialnevndarfundi í Tórshavnar Býráð tann 24. apríl vóru trý uppskot um barnaansing viðgjørd.

1.at Sjónleikarfelagið umbyggir Sjónleikarhúsið soleiðis, at ein partur kann leigast út til barnaansing.

2.at Býráðið útbyggir eitt av býlingshúsunum, so at pláss verður fyri o.u. 20 børnum afturat.

3.at søkjast kann um stuðul til barnið, 2.000 kr. um mánaðin í tíðini frá tí at barnið er seks mánaðir til tað er 12 mánaðir gamalt, treytað av, at ansingartilboðini ikki verða brúkt, meðan stuðul verður veittur.


Ætlanin við hesum stuðli er, at tað skal gerast møguligt hjá mammum at vera nakað longur heima í barnsburðarfarloyvi enn seks mánaðir.

Eitt seks mánaðar gamalt barn er óbúgvið til at fara í vøggustovu ella dagrøkt. Tað er munandi betur fyri, tá tað er einar 8-9 ella 12 mánaðir gamalt.

Heldur ikki er mamman serliga væl búgvin til at lata barnið frá sær 8-9 tímar um dagin longu seks mánaðir eftir føðing.

Ovurviðkvæmi er vorðin ein fólkasjúka, sum breiðir seg meira og meira. Fyri at fyribyrgja hesi sjúku, mæla allar heilsusystrar til, at børn fáa móðurmjólk og einki annað fyrstu seks mánaðirnar.

Tí er tað óheppið bæði fyri móður og barn, at barnið skal út frá mammuni, áðrenn tað hevur lært at eta ella er vant við aðra føði enn móðurmjólk.

Kanska verða tað onkur arbeiðspláss, sum ikki vilja leingja barnsburðarfarloyvið, men tey verða fá. Eitt longt barnsburðarfarloyvi styrkir bæði móður og barn, so nógvir sjúkradagar verða spardir og familjulívið verður styrkt.

Hetta uppskotið er væl og virðiliga viðgjørt á sosialnevndarfundum, og serliga á fundi 24. mars, har eg bað um at fáa tað lagt fyri á fyrstkomandi býráðsfundi. At Heðin Mortensen nú sigur seg ikki vita hetta, má hann um, men hann var á hesm fundi, so tað kann ikki brúkast sum undanførsla hesa ferð.

Uppskotið um at Sjónleikarhúsið fer at byggja út og bjóðar ein part av húsinum til leigu til barnaansing var eisini viðgjørt á hesum fundi. Eg havi alla tíðina hildið hetta vera eitt áhugavert uppskot, men haldi Sjónleikarhúsið vera betur egnað til frítíðarskúla til børn frá 6 ára aldri. Sjónleikarhúsið liggur mitt ímillum Eysturskúlan, Kommunuskúlan og Sankta Frans Skúla. Tá Býráðið eisini arbeiðir við at fáa góðkent tilboð um fleiri forskúlar, mæli eg til at Sjónleikarhúsið verður leigað til frítíðarskúla til børn, sum ganga í forskúla.

Hugsa vit okkum, at forskúlabørn ganga í skúla soleiðis, at onnur helvtin er í forskúla fyrrapart á degi og í frítíðarskúla í Sjónleikarhúsinum seinnapart og hin helvtin øvugt, tá verður rúm fyri líka so mongum øðrum børnum afturat á hinum ansingarstovnunum.

Eg havi altíð hildið, at hølini í Sjónleikarhúsinum eru ikki góð til pinkubørn, men her kann vera so mangt mennandi fyri nakað størri børn.

Talan hevur alla tíðina verið um at leiga frá Sjónleikarhúsinum, men tá Heðin Mortensen í brævi til limirnar í Sjónleikarfelagnum skrivar: »at útbyggingarætlanin verður fíggjað av Býráðnum«, tá mugu vit býráðslimir steðga á og spyrja: Hvør »luskar«?

Býráðið hevur ikki játtað pengar til at byggja barnagarð í Sjónleikarhúsinum, men hevur viðgjørt spurningin um at leiga hølir frá Sjónleikarfelagnum.

Øll trý uppskotini, ið nevnd eru oman fyri, eru gjørd til eitt uppskot til býráðsfundin 23. apríl soleiðis, at nr. 2 og 3 verða framd beinanvegin, meðan tað verður arbeitt víðari við nr. 3. Tað má millum annað vera heilt greitt, áðrenn nøkur bindandi avtala verður gjørd: Hvør byggir og hvør leigar? Eisini á tað vera heilt greitt, hvussu hesi høli skulu brúkast.

Men at Heðin Mortensen hevur fingið arkitekt at gera bókling um hansara uppskot, tað má vera fyri hansara rokning.


   Tórshavn, 27/4-98

   Katrin Dahl,

   býráðslimur

   í Tórshavnar býráð