Alternativ íbúðarbygging skal trýsta sethúsaprísirnar niður

Bill Justinussen, landsstýrismaður í íbúðarmálum, vil hava gongd á alternativu íbúðarbyggingingina, serliga í høvuðsstaðnum. Hann hugsar sær, at Húsalánsgrunnurin skal spæla ein virknan leiklut í byggingini.

Landsstýrismaðurin í íbúðarmálum, Bill Justinussen, ásannar, at høgu sethúsaprísirnir í høvuðsstaðnum, har sethús í meðal verða seld fyri tað dupulta, sammett við á bygd, er ein stórur trupulleiki í dag.
- Tað er ein trupulleiki, at fólk ikki hava møguleika at seta seg í búgv, har tey hava hug. Sjálvandi er tað spurningurin um útboð og eftirspurning, sum ásetur húsaprísin, men í dag er als ikki javnvág millum hesi bæði, sigur Bill Justinussen og leggur afturat, at alneyðugt er at koma í gongd við alternativari íbúðarbygging, so útboðið økist. Tað vil eisini gera, at prísurin á sethúsum fer at falla, vísir landsstýrismaðurin á.
Í dag er tað ein sannroynd, at flestu fólk vilja helst búseta seg í Havn, har nógv arbeiði er at fáa,og tí er stórt trýst á høvuðsstaðin. Landsstýrismaðurin heldur, at tað kundi verið ein loysn at roynt at miðspjaða almenna sektorin, tvs. flyta almenn arbeiðspláss úr høvuðsstaðnum, og eisini kundi ein loysn verið at differentiera onkrar almennar veitingar, so tær eru hægri, velja fólk at búseta seg uttanfyri høvuðsstaðin. Men Bill Justinussen leggur dent á, at hetta eru bara tankar, og harumframt ikki nakað, hann hevur myndugleika til at fremja í verki einsamællur.
Bill Justinussen greiðir frá, at í løtuni situr ein arbeiðsbólkur og viðger íbúðartrupulleikan. Bólkurin skal millum annað fáa greiðu á, hvussu ber til at javnstilla øll, sum seta búgv. Sum er er trupult at koma í gongd við alternativa íbúðarbygging, eitt nú tí at í dag eru sjálvsognarstovnar bæði skatt- og MVG-skyldigir, og tí hava tílíkir stovnar ov ringar møguleikar at byggja bíligar íbúðir, vísir landsstýrismaðurin á.
- Í dag eru fleiri íbúðarætlanir, sum liggja og bíða eftir at reglurnar fyri sjálvsognarstovnar verða broyttar. Og tá eg tíðliga í heyst havi fingið tilmælið frá arbeiðsbólkinum fari eg at royna at fáa framt broytingarnar, so til ber at koma í gongd, sigur Bill Justinussen. Hann vísir samtíðis á, at hann ikki hevur allar heimildirnar einsamællur, tí summi viðurskifti hoyra til málsøkini hjá øðrum landsstýrismonnum. Hann fer tí at leggja málið fyri á landsstýrisfundi, so skjótt hann hevur fingið niðurstøðuna frá arbeiðsbólkinum.
- Tað stendur jú í samgonguskjalinum, at vit skulu fremja alternativa íbúðarbygging, so tað eigur at bera til at fáa ætlaninar framdar í verki, vísir Bill Justinussen á. Í samgonguskjalinum stendur eisini, at lógin um Húsalánsgrunnin skal broytast, so hann eisini kann taka lut í hesum. Og júst Húsalánsgrunnin sær landsstýrismaðurin sum eitt gott amboð at røkka málinum.
- Eftir míni fatan eigur Húsalánsgrunnurin at hava ein virknan leiklut í bústaðarspurninginum, serliga í alternativu íbúðarbyggingini, sigur Bill Justinussen. Herfyri var eitt uppskot frammi um at selja Húsalánsgrunnin, so landskassin á tann hátt kann fáa sínar pengar burturúr grunninum. Bill Justinussen vil ikki frammanundan skúgva eitt tílíkt uppskoti til viks, men treytin verður so, at peningurin, sum fæst fyri Húsalánsgrunnin, verður nýttur til at fíggja alternativa íbúðarbygging, slær landsstýrismaðurin fast.

Venja okkum við øðrvísi bústaðarmynstur
Bill Justinussen heldur, at føroyingar í framtíðini mugu venja seg við eitt annað bústaðarmynstur.
- Eg haldi, at fólk eigur at venja seg við, at mynstrið broytist, og eisini leggja seg eftir at byggja bíligari. Eisini vóni eg, at alternativar íbúðir kunnu gera tað áhugavert hjá eldri fólki, sum sita í stórum sethúsum, at flyta í smærri íbúðir, og soleiðis geva pláss fyri t.d. ungum barnafamiljum at keypa sethúsini, sigur landsstýrismaðurin í íbúðarmálum.