Dómaraásetingarnar til steypafinalurnar í hondbólti eru nú greiðar.
Eins og í fjør, so verða tað teir báðir altjóða dómararnir hjá Føroyum, Andreas F. Hansen og Eyðun L. Samuelsen, sum skulu døma mansfinaluna. Tann dysturin verður í ár millum VÍF og StÍF.
Hjá kvinnunum skulu Stjørnan og VB dystast, og her verða tað Ragnar Simonsen og Rúni Mohr Gunnarsson, sum døma dystin. Hetta er fyrsta ferðin, at teir báðir døma finaludyst.