Altjóða døming í finaluni

Tá steypafinalurnar í flogbólti verða leiktar, 17. februar, verður dømingin framd av dana, sum í nógv ár hevur virkað sum altjóða flogbóltsdómari

 

Steypafinaluar


Flogbóltssambandið hevur fingið avtalu við kenda altjóða dómaran John Lilhauge, um at koma til Føroya at døma steypafinalurnar leygardagin í Høllini á Nabb.

Hetta ein ein sera royndur harri, sum hevur dømt altjóða dystir í fleiri ár. Hann er 52 ár og býr í Albertslund í Keypmannahavn. Hann gjørdist divisiónsdómari í 1966, og hevur verð aktivur dómari síðani tá. Altjóða dómaraprógv fekk John i 1985 og hevur hann síðani dømt umleið 175 altjóða dystir.

Hann hevur luttikið í Spring Cup 8 ferð, og hevur í hesum sambandi døm 3 finalur, og eisini dømdi hann finaluna í World Games for Deaf í 1997 millum Rusland og Ukraine.


Ferðast við kvinnulandsliðnum

Í mai 2000 var hann eisini á Malta saman við føroyska kvinnulandsliðnum, sum luttók í Undankappingini um Europameistaraskapið. Hann var í kappingini mettur sum ein av teimum bestu dómarunum.

Higartil í ár hevur hann dømt altjóða Europacup-dystir í Hollandi, Týskalndi og Belgia.


Døma saman við føroyingum

Í kvinnudystinum millum Dráttur og Mjølnir verður tað Rúni Weihe, sum kemur at virka sum 2.-dómari. Rúni dømdi hegnisliga báðar finalurnar seinasta ár, so hann skuldi verði ein tann best egnaði til hetta álitið enn einaferð.

Í mansdystinum, verður tað Fleyr-arin Tummas Óli Mortensen, sum skal finna floytuna fram. Tummas Óli Mortensen hevur dømt í fleiri ár, og hevur drúgvar royndir á økinum.

Tað verður spennandi at síggja, um tað verður stór broyting í dømingini, orsakað av, at dómarin hevur altjóða viðurkenning í mun til hvat teir bestu dómararnir her heima hava dømt, tí dómaraøkið er eitt evni, sum Flogbóltssambandið fer at taka upp til komandi ár.