Mánadagin 21. september verður altjóða friðardagurin Peace One Day um allan heimin. Í Føroyum við stuðulstiltaki í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 19. september. Mánadagin 21. september verður altjóða friðardagurin Peace One Day um allan heimin. Í Føroyum við verður á skránni Lena, sum júst hevur vunnið virðisløn í USA fyri besta kvinnuligan sangara, Budam, FAROE5 við rapparanum Thor, Marius, Lady Fire, Nin10do og diskararnir JamesJames og FRAU.
Konsertin er frá kl. 21-01.00. Aftaná tað er 18 ára aldursmark, inntil tað endar kl. 04.00.
Í ´90unum fekk enski filmsframleiðarin Jeremy Gilley visiónina um at hava ein dag um árið, har allur heimurin sleppur at uppliva frið og vápnahvíld. Tá verður ikki einans hugsað um kríggj og tílíkt, men eisini vanligar konkliktir, ið fólk upplivað, sum til dømis klandur í familjuni.
Í 2001 varð samtykt av ST, at dagurin 21. september skuldi verða settur av sum ?United Nations International Day of Peace.?
Tað er MESS MEDIA, ið skipar fyri tiltakinum í samstarv við Peace One Day, Eik, 62N og Føroyaprent. Endamálið er at varpa ljós á ein álvarsligan trupulleika, ið valdar kring heimin.
Kostnaður fyri tiltakið er 120 krónur, sum fer óskerdur til Peace One Day grunnin og friðararbeiðið. Tónleikarar spæla og starvsfólk arbeiða ókeypis.