Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í triðja ársfjórðingi 2020 verður mettur til áleið 5% samanborið við sama ársfjórðing í 2019. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi fyri 2020 verður mettur til umleið 3-4% samanborið við 2019.
Aling
Miðalstøddin á smoltinum hjá Bakkafrost er alsamt vaksandi, og fer hetta at hava ágóðar við sær fyri alingina komandi árini. Bakkafrost misti nógvan fisk í storminum, ið var í februar, og tískil varð samlaða væntaða tøkan í ár í Føroyum lækkað úr 57.000 tonsum niður í 50.000 tons. Tøkumetingin fyri Skotland fyri 2020 er 39.000 tons. Í 2021 verða væntandi 62.500 tons av laksi í kruvdari vekt tikin í Føroyum og 44,000 tons í Skotlandi.
Bakkafrost leggur stóran dent á at minka áhaldandi um lívfrøðiliga váðan og hevur gjørt munandi íløgur í virðisketuna fyri at minka um váðan og tryggja burðardyggan vøkstur. Smoltstøðin á Strond er nú fullvirkin og er við til at hækka miðalvektina á smoltinum í alingini í Føroyum til 500 gramm, sum miðað verður eftir. Eftir ætlan fer Bakkafrost eisini at gera íløgur í 2-3 stórar smoltstøðir í Skotlandi, so tørvurin fyri stórum 500g smolti til alingina í Skotlandi eisini kann nøktast.
Í Skotlandi mennist alingin so líðandi, og betringar eru longu at síggja í høvuðslyklatølunum. Hendan jaliga gongdin fer væntandi at halda fram komandi árini, sum ætlaðu íløgurnar verða gjørdar í skotska alivirkseminum.
Samanumtikið hevur lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum og Skotlandi verið góð í øðrum ársfjórðingi 2020 við góðum vøkstri og lítlum felli frá sjóseting til tøku.
Í 2020 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 15,0 milliónir smolt í Føroyum og 10,7 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanberingar var útsetingin í Føroyum 12,7 milliónir smolt í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi vóru 12,4 milliónir smolt sett út í 2019 og 8,6 milliónir í 2018. Tal og miðalvekt av sjósettum smolti eru týðandi fortreytir fyri at kunna meta um framtíðar tøku. Bæði útseting og tøka eru treytaði av lívfrøðiligu gongdini.
Liðugvørur
Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 33% av væntaðu tøkuni í øðrum hálvári 2020. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2020 er 1.162 túsund tons, sum er ein hækking á 2% samanborið við 2019.
Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2020 verður væntandi lægri enn í 2019. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2020 er hækkað og verður mett til 110.000 tons.
Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost.
Íløgur
Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at minka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.
Biogassverkið Förka er ein týdningarmikil liður í at tryggja burðardyggan vøkstur. Biogassverkið ger tað møguligt at framleiða grøna orku burtur úr vaksandi nøgdunum av lívrunnum burturkasti og skarni, sum kemst av vaksandi virkseminum. Á henda hátt minkar Bakkafrost um árliga CO2-útlátið við umleið 11.000 tonsum.
Afturat íløguætlanini í Føroyum ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu 5 árini. Ein stórur partur av hesum fer til útbygging av smoltstøðum í Skotlandi.
Fíggjarliga støðan
Hóast stóru óvissuna, ið stendst av koronafarsóttini, eru langtíðarútlitini fyri altjóða laksamarknaðin til fyrimuns fyri Bakkafrost. Bakkafrost hevur longstu virðisketuna í vinnuni og kann við hesari framleiða hágóðskulaks til lágan framleiðslukostnað. Hettar gevur ein avgerandi kappingarfyrimun og størri fíggjarligan smidleika framyvir.
Í fjórða ársfjórðingi 2019 endurfíggjaði Bakkafrost alt samtakið við EUR 352 milliónum til føroyska virksemið umframt møguleika til EUR 150 milliónir í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við GBP 100 milliónum.
Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Covid-19 farsóttin
Bakkafrost hevur ein týðandi leiklut í at tryggja heilsugóðan mat til vaksandi fjøldina í heiminum. Hesin leiklutur er serliga týdningarmikil í truplu støðuni í heiminum, ið kemst av Covid-19 farsóttini.
Við teimum tiltøkum, ið eru gjørd fyri at verja starvsfólkini, er føroyska framleiðslan hjá Bakkafrost ikki tarnað munandi av farsóttini, meðan framleiðslan í Skotlandi er tarnað í avmarkaðan mun. Broytingar eru gjørdar nógvastaðni í fyritøkuni fyri at minka um smittuvandan og tryggja møguleikarnar fyri at kunna halda frástøðu. Eisini eru øll starvsfólk í Føroyum boðin regluligar, ókeypis Covid-19 kanningar síðan apríl mánað. Higartil eru yvir 5.600 kanningar gjørdar, og tíbetur eru vit spard fyri smittu.