Altjóða átakið hjá Amnesty International kvinnudagin 8. mars

RUSSLAND: Marina T. varð neyðtikin av løgreglumonnum

"Teir slógu meg í høvdið, í nakkan og á kroppin. Ein neyðtók meg, meðan hinir hildu mær niðri og trýstu andlitið á mær niður í songina."
Marina T. varð steðgað av ferðslupolitinum í býnum Yaroslavi 5. mars 1999.Tá teir hildu hana vera fulla, tóku teir hana við til eina avrúsingardeild. Komin hagar, noyddu 3 politistar og ein lækni hana at lata seg úr øllum, smekkaðu høvdið á henni móti einum veggi og slógu hana í andlitið. Hon sigur, at hon varð dragsað eftir hárinum inn í rúmið við síðuna av, har hon varð neyðtikin av fýra monnum.
Undir rættarviðgerð-ini morgunin eftir sigur Marina T, at hon royndi at verja seg og greiða dómaranum frá, tí, ið hent var. Men hann avbreyt hana, ákærdi hana fyri at hava verið fulla á almennum plássi og fyri at hava brúkt seg móti løgreglumonnunum, áðrenn teir tóku hana. Hon varð sektað við 800 rublum og latin leys.
Marina T. kærdi til lokalu ákærumyndugleikarnar. Har løgdu tey merki til skurslini í andlitinum á henni, og 9. mars vórðu kanningar settar í verk. Teir 3 politistarnir vóru ákærdir fyri at hava pínt og skamfarið Marinu T. 18. mars 2000 varð ákæran tikin aftur, grundað á manglandi próvførslu. Kortini varð rættarmálið ikki latið aftur.
Málið hevur ferðast aftur og fram millum ymiskar rættarinstansir, áðrenn endaliga hoyringin var í mars 2002 í Zavolzhskij økisrættinum. Rætturin kom til ta niðurstøðu, at ein av politistunum við vilja hevði gjørt seg inn á hana og meinslað hana, men hann varð beinanvegin náðaður og leyslatin aftur, orsakað av amnesti, sum varð latið fyri minni lógarbrot. Tveir aðrir politistar vórðu kendir sekir í misrøkt og misbrúki í tænastuni og fyri at hava nýtt vald og hótt við valdsgerðum. Teir fingu treytaðan dóm og mistu rættin til at arbeiða í 2 ár. Verjin hjá Marinu T. vrakaði niðurstøðuna av dóminum, og rættarmálið heldur fram. Enn er onki hent.
Tey, ið vilja mótmæla viðferðini av Marinu T. kunnu skrivað bræv til russiska forsetan. Her er eitt dømi um, hvussu brævið kann skrivast. Tit kunnu eisini fara inn á heimasíðuna hjá Amnesty International, Føroya deild. Adressan er:
amnesty@amnesty


*********



President of the Russian Federation
Vladimir Putin
Kremlin
Moscow
The Russian Federation
8 March 2003

Dear President Putin
I would respectfully draw your attention to the case of Marina T., who was taken by the police in the city of Yaroslavi in March 1999, accused of being drunk. At the sobering-up facility Marina was stripped naked, beaten all over her body and raped by several police officers. The case is still pending in the Zavolzhskii court.
I ask you to assure that a prompt, impartial, independent and thorough investigation of her complaints of torture is carried out, and that the perpetrators are brought to justice in accordance with international human rights standards.
I urge you to establish an independent body with powers, including the power to subpoena witness, to investigate and prosecute acts of torture and ill-treatment by officials, or acts of torture and ill-treatment that occur as a result of the acquiescence, instigation or consent of officials.
I ask you to ensure that all law enforcement personnel are trained in international law on the prohibition of torture and ill-treatment in all circumstances, and are informed of the criminal liability that the use of torture and ill-treatment entails, regardless of rank. Gender specific information should be included in programs to educate, inform and train relevant officials regarding the prohibition of torture.
I urge you to ensure that female security personnel are present during the interrogation of women detainees and are solely responsible for conducting body searches of women detainees. There should be no contact between male guards and female prisoners without the presence of a female guard.
I call on you to ensure that Marin T., a victim of human rights violations including torture and ill-treatment in the Russian Federation, receives reperation, including compensation, medical care and rehabilitation.


Yours sincerely,

(títt navn)