Tíðindaskriv:
Fyrsti altjóða barnadagur i Føroyum var hildin í kiwanishúsinum fyri
ukreinskum børnum við familju í Føroyum saman við føroyskum børnum.
Á skránni vóru føroyskir barnasangir, ymisk barnaspøl og føroyskur dansur við ymiskum dansispølum, har øll luttóku og hugnaðu sær saman.
Hugtakandi var ukreinskur fosturlandssangur, ið ein bert 15 ára gomul genta framførdi einastandandi væl, og vóru áskodararnir sera rørdir undir hesari framførsluni, ikki var sørt, at okkurt tár sást á kinn hesa løtuna.
Borðreitt var við ukreinskum og føroyskum køkum.
At enda fingu øll børnini gávu við heim.
110 fólk luttóku, og var hetta ein sera hugnalig løta, har øll hugnaðu sær saman uttan mun til málforðan, skrivar Kiwanis.