Seinnapartin í gjár hoknaði gamli bygdarvegurin undan einum bili hjá IRF, sum var í Skálavík og heintaði rusk.
Tað er ikki óvanligt, at bilar av hesi støddini koyra eftir hesum vegnum, men ivaleyst er bilurin komin heldur langt út móti vegøkslini.
Hetta eru stór akfør á smølum bygdargøtum, og tá skal bæði ansast eftir vegøkslini og speglunum, sum skjótt kunnu raka við.
IRF-bilurin slapp ikki inn á vegin aftur við egnari hjálp, og sagt verður úr Skálavík, at tað var ein bilur hjá IR-lastbilum, sum loysti uppgávuna.
##med2##
Sum skilst, tók tað bara eina løtu frá tí, at kranabilurin kom, til IRF-bilurin varð fingin inn á vegin aftur.
Fólk, sum vit hava skift orð við í Skálavík, siga, at hetta var eitt hendiligt óhapp á einum gomlum bygdarvegi, men tíbetur spældi alt væl av.