Altjóða dagur fyri pinkubarnadeyða

Altjóða dagur fyri pinkubarnadeyða verður týsdagin 15. okt. í Beranum, Tórshavn

Aftur í ár verður skipað fyri Altjóðadag fyri pinkubarnadeyða. Tá ið vit missa eitt pinkubarn missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.

Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið.

Saman við foreldrum og avvarðandi kring allan heimin minnast vit børnini Altjóðadagin.

Opið hús verður í Beranum, Niels Finsensgøtu 32 kl. 18.30. Høvið verður at skriva ella tekna eina heilsan á vøkru ljósposarnar. Vit tendra ljósini frá kl. 18.45, so øll ljósini eru tendraði kl. 19. Ása Helena Brynjarsdóttir

AsaHelenaBrynjarsdottir/ syngur.

Vit bjóða kaffi/te og køkur.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Felagið Pinkubarnadeyði / BERIN