Altjóða dómari fer aftur um leiktjøldini

Í kvøld verður møguleiki at hoyra danska altjóða dómaran Mads Hansen greiða frá yrkisleiðini sum dómari og at døma eitt nú HM og EM finalur og finalur í Champions League

Klokkan 19.00 í kvøld, fríggjadagin 3. september, verður almennur fyrilestur við Mads Hansen, altjóða hondbóltsdómara. Fyrilesturin verður hjá okkara høvuðstuðli BankNordik á Oknarvegi 5, sigur Hondbóltssamband Føroya.

 

Og HSF heldur fram:

 

Fyrilesturin ber heitið: Ferðandi í hondbólti – handan leiktjøldini

 

Mads Hansen hevur dømt í yvir 20 ár í donskum og altjóða hondbólti saman við Martin Gjeding. Teir hava m.a. dømt HM- og EM-finalur hjá bæði kvinnum og monnum, Champions League finalur hjá bæði monnum og kvinnum og OL í bæði Beijing og Rio.

 

Mads Hansen fer at greiða frá, hvussu hansara yrkisleið sum dómari byrjaði, og hvat hann hevur upplivað higartil. Ein mutursmál í Rumenia, politiski parturin av døming, sum man sjáldan hoyrir um í almenninginum. Hartil vaksandi áhugan frá fjølmiðlum fyri døming, herundir dómaraljóð/samskifti í donskum sjónvarpsdystum, verkætlan við Go-pro kamera á pannuni saman við TV2, umframt annað hann hevur upplivað gjøgnum tíðina, og hví hann heldur tað vera verðins feitasta frítíðarítriv at døma hondbólt.

 

Ynskja tit at koma til fyrilesturin, kunnu tit boða frá við at skriva til ari@hsf.fo.